Fyri løtu síðani fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum húsum í Kollafirði. Men tað gekk væl at sløkkja eldin og tamarhald er nú á støðuni.
Les eisini: Eldur í húsum í Kollafirði
Fleiri sløkkiliðsbilar og løgreglubilar fóru á staðið, eisini úr Havn, og Kartni Jacobsen, átaksleiðari hjá sløkkiliðnum, sigur tað var einum sethúsum í Kollafirði, at eldur var í. Eldurin er kyknaður í fýrrúminum, og fýrrúmið er brent at kalla alt sum tað er.
Men tað eydnaðist at sløkkja eldin áðrenn hann fór víðari, so eldskaðin er avmarkaður til sjálvt fýrrúmið. Tó er roykur farin um alt húsið, men løgreglan sigur, at tey hava eisini luftað út og í løtuni er sløkkiliðið við at rigga av.
Av tí at fýrrúmið er so illa farið, ber ikki til í løtuni at siga, hvussu eldurin er kyknaður. Fólk vóru inni í húsunum, tá ið tey varnaðust eldin, men tey sluppu á dyr í øllum góðum.
|