Eldur í vatnrussjibana í Göteborg

Einki er frætt um fólkaskaða í sambandi við eld í einum vatnlandi í Göteborg, sum er undir umbygging

 

Svenskir myndugleikar fingu boðini um eldin í vatnlandinum stutt eftir klokkan 10. - Foto: 9200 Myndir: Bjorn Larsson Rosvall/Ritzau Scanpix


Ógvusligur eldur er í morgun komin í nýggja vatnlandið í svensku undirhaldsparkini Liseberg í Göteborg.

Tað skriva fleiri svenskir miðlar, teirra millum Aftonbladet og SVT.

Sambært svensku tilbúgvingini er eldur komin í ein vatnrussjibana.

– Talan er um stóran eld. Partar av einum russjibana flugu yvir økið. Nú sæst bygningurin næstan ikki í øllum royninum, sigur Björn van der Kaay, frá bjargingartænastuni í Göteborg, við Aftonbladet.

 

##med2##

Higartil er einki frætt um, at nakar skal hava fingið skaða og heldur einki er frætt um, hvussu tað gongur við at sløkkja.

Vantlandið Oceana, sum vatnrussjibanin er partur av, verður í løtuni bygt um og skal eftir ætlan lata upp í summar.

/ritzau/

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

 

 

 

Svenskir myndugleikar fingu boðini um eldin í vatnlandinum stutt eftir klokkan 10. - Foto: 9200 Myndir: Bjorn Larsson Rosvall/Ritzau Scanpix