Eldur kom í eini tvíhús í Funningsfirði í morgun, men tíbetur var eingin í húsunum. Dimmalætting visti í morgun at siga, at eldur var komin í eini tvíhús í Funningsfirði, men at eingin tíbetur var í húsunum.
Menn úr Funningfirði, sum eru í sløkkiliðnum, vóru sambært blaðnum fyrstir á staðnum.
Sum skilst hava húsini fingið stóran skaða. Húsini hava fingið stóran royk- og vatnskaða, og somuleiðis hevur eldurin brent ígjøgnum gólvið.