Eldur á Tvøroyri: Skúlabørnini hava tað gott.

Øll skúlabørnini á Tvøroyri vórðu flutt úr skúlanum í skundi, eftir at eldur kom í Varðan í morgun og tey minstu vóru bangin, sigur skúlastjórin

 

Vit hava tað øll gott!

 

Tað sigur Finn Thomsen, skúlastjóri á Tvøroyri.

 

Tá ið eldur kom í Varðan í morgun, komu boð frá løgregluni at fáa øll børnini úr skúlanum og út um trygdarøki, ið er 1000 metrar frá Varðanum, eftir tí, vit hava skilt.

 

Finn Thomsen sigur, at hetta er próvtøkutíð, so tey vóru ikki fleiri enn eini 60-70 børn í skúlanum og tað gekk bara ein lítil løta, so høvdu øll slept tí tey høvdu í hondini, og vóru farin úr skúlanum og eru farin nakað væl niðan frá, har tey nú standa og hyggja niður yvir Tvøroyri.

 

Børnini í skúlanum í Trongisvági eru eisini flutt úr skúlanum. Har ganga børn í 1. til 4. Flokk og fleiri av teimum vóru nokk so bangin, sigur skúlastjórin.

 

Men tey børnini, sum ikki vórðu avheintað, fóru í bussi til Hvalbiar at spæla, fyri at sleppa teimum undan upplivilsinum av eldi og roki og royki, so eisini tey hava tað gott, sigur skúlastjórin

 

Hann sigur, at lærarar eru farnir við børnunum til Hvalbiar og so verður mett um, antin tørvur er á kreppuhjálp til nøkur av børnunum.