Løgreglan veit í morgun at siga, at City Church hevur fingið stóran skaða, og her er bæði eldskaði, roykskaði og vatnskaði. Eingin var inni í bygninginum, tá eldurin kyknaði.

Eldurin í City Church byrjaði í fýrrúminum

- Eldurin kyknaði í ovara enda av bygninginum, og tað er her, at fýrrúmið er, sigur løgreglan.

 

Løgreglan veit í morgun at siga, at City Church hevur fingið stóran skaða, og her er bæði eldskaði, roykskaði og vatnskaði. Eingin var inni í bygninginum, tá eldurin kyknaði.

Tíðliga í nátt varð boðað frá eldi í City Church í Havn.

 

Løgreglan og sløkkiliðið vóru skjót á staðið, og sjúkrabilar vórðu eisini boðsendir.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at fleiri sløkkiliðsbilar vóru á staðnum.

 

- Eldurin var kyknaður í ovara enda av bygninginum, og tað er her, at fýrrúmið er.

 

Mangt bendir tí á, at tað er í fýrrúminum, at okkurt er hent, sum hevur fest í bygningin.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at City Church hevur fingið stóran skaða, og her er bæði eldskaði, roykskaði og vatnskaði.

 

- Tá eldurin var sløktur, varð vakt sett at hava eyguni við støðuni, um eldurin skuldi kyknað uppaftur.

 

Løgreglan sigur, at eingin var í City Church, tá eldurin kyknaði.

 

 

 

 

 

Løgreglan veit í morgun at siga, at City Church hevur fingið stóran skaða, og her er bæði eldskaði, roykskaði og vatnskaði. Eingin var inni í bygninginum, tá eldurin kyknaði.