Eldurin: Jóansøkan verður kanska flutt

Jóansøka er um smáar tvær vikur, og í ár eigur hon at liggja á Tvøroyri. Í Suðuroynni skifta Tvøroyri og Vágur um Jóansøkuna, men eldurin á Varðanum Pelagic kann føra við sær, at Jóansøkan verður flutt til Vágs í ár. 

 

 

Tað veit kvf.fo at siga í dag. Orsøkin er, at danska kanningarliðið, sum er ávegis til Føroya at kanna eldin á Tvøroyri, skal taka støðu til, um tað er ráðiligt, at kappróður verður á Tvøroyri, eins og siðvenja er. 

 

 

Størsti vandin á økinum er nú, at bygningurin hjá Varðanum Pelagic kann rapa. Tað viðførir, at økið framvegis er avbygt, og løgreglan hevur enn ikki havt møguleika at fara inn í brenda bygningin orsaka av álvarsama eldsbrunanum. 

 

 

Støðan er framvegis vandamikil, og tí er neyðugt, at fólk fylgja tilráðingunum hjá løgregluni. Um so er, at tað ikki ber til at brúka havnarlagið á Tvøroyri, so verður ró í Vági ístaðin, skrivar also kvf.fo.  

 

 

Jóansøkan er leygardagin 24. juni.