Tann 18. juni gingu nakrir seyðir uttanfyri Rúsdrekkasølu Landsins í Havn. Á síðuni stóð skrivað »Eldvatn,« sum er heitið á vodka, sum føroysk fyritøka ger.
Seinni um dagin gingu seyðir niðri í Vágsbotni, har møguleiki eisini var at royna føroysku vodkuna.
- Vit hava eina fyritøku, sum eitur Eldvatn, og tí meti eg ikki, at vit beinleiðis lýsa fyri sjálvum løginum, sigur Erling Eidesgaard, stjóri í Dism. Fyritøkan eitur eisini Eldvatn og Lívsins Vatn.
Sambært Bjørn á Heygum, advokati, er hetta klárt brot á grein 19 í rúsdrekkalógini, sum er um lýsingartilfar. Tí tað er ikki spurningurin hvussu barnið eitur, ið hevur nakað at siga, men spurningurin er í veruleikanum, hvat móttakarin skilur.
Siga seg vera til
- Tað kann væl vera, at vit eru á markinum til lógarbrot. Men vit trívast á markinum. Hinvegin haldi eg ikki, at nakar kann nokta okkum at skriva Eldvatn, tí tað er eitt av nøvnunum hjá fyritøkuni, og so mugu fólk nokta okkum at hava ávís nøvn, sum til dømis Eldvatn og Lívsins Vatn, sigur Erling Eidesgaard, stjóri í Dism.
Hetta er sambært Bjørn á Heygum ikki lógligt sambært lógini.
- Bara tað líkist lýsing fyri brennivíni, so er tað brot á lógina. Eisini, um talan er um navnið á eini fyritøku ella eitt hark í einum ávísum tað, tí tað er fatanini hjá móttakaranum, sum hevur nakað at siga, sigur hann.
Til hetta spyr Erling Eidesgaard, um Føroya Bjór, so ikki kann eita soleiðis, tí teir selja eisini rúsandi løg, men sambært Bjørn á Heygum er teirra støða ein onnur.
- Eldvatn selir bara brennivín, meðan Føroya Bjór selir saft, sodavatn og nógv annað, sum ikki er rúsandi løgur, sigur Bjørn á Heygum.
Øll flenna bara
Eitt eru Bjørn á Heygum og Erling Eidesgaard púra samdir um. Støðan við hesum lýsingunum byrjar at gerast rættiliga láturlig.
- Støðan byrjar at gerast alt ov komisk, og tí er tað sera torført hjá ákæruvaldinum at gera nakað við ymisku málini. Tí so verður ákæruvaldið til láturs saman við lógini. Og er ikki undirtøka fyri eini lóg, so kann hon tað sama ikki vera til. Soleiðis sýnist støðan vera til hesa lógina, sigur Bjørn á Heygum.
Hann vísir somuleiðis á, at evnini hjá fólki at vera kreativ, tá tað kemur til tílíkt ikki hevur nakað mark, og tí er kanska frægast at sleppa hesi lógini, um hon ikki hevur undirtøku.
Erling Eidesgaard er púra samdur við Bjørn á Heygum í hesum, og greiðir frá, at hann heldur, at tey flestu flenna at hesum hendingunum og hesi lógini, og at tað helst kemur av, at føroyingar sjáldan hava havt nakað ímóti at strekkja lógirnar, um tað kann loysa ein trupulleika.
- Føroyingar er í nógvum førum soleiðis. Hava vit ein trupulleika, so loysa vit hann, um vit so strekkja lógirnar eitt sindur. Tað kemur kanska av veiðimentanini hjá okkum. Tað ber ikki til at biðja um loyvi, tá tú stendur í eini støðu, har spurningurin um lív ella deyð skal avgerast, sigur Erling Eidesgaard.
Og vísir víðari á, at tað var við at vera ímóti autoritetum, at vit hava tað føroyska málið, og at hendan lógin um lýsingar hevur sama status sum lógin um fosturtøku og lógini ímóti porno, har vit øll hava góðar møguleikar at útvega okkum hesi, um vit hava tørv á tí, hóast tað sambært lógini ikki er lógligt.
Mørkini flyta seg
Erling Eidesgaard vísir somuleiðis á, at hann ikki skilir, hvussu rúsdrekka kann standa sum søluvøra í Føroyum, men ikki kann framleiðast ella lýsast við í Føroyum. Men at tað helst er soleiðis, at mørkini við lýsingum fyri rúsdrekka eru um at flyta seg, tí so vítt hann veit, er Dism, sum selir Eldvatn, ikki meldað fyri hendingarnar uttanfyri Rúsdrekkasølu Landsins og seinni tann 18. juni í Vágsbotni.
Ákæruvaldið burtur
Tá Sosialurin royndi at fáa fatur á ákæruvaldinum um málið við seyðinum við Eldvatn áskriftini, søgdu tey av politistøðini, at tað bara var Linda Hesselberg, almennur ákæri, sum kundi úttala seg um málið beint nú, og at hon var upptikin.