Elektra takkar fyri seg

Gríska tragedian á Tjóðpallinum verður nú sýnd fyri seinastu ferð.

Nú verða allarseinastu sýningarnar av Elektru, sum hevur spælt á Tjóðpallinum síðani 28. januar.  

Leikurin hevur verið væl móttikin í almenna rúminum, og ummælararnir hava givið honum nógvar stjørnur. Røddin hjá KvF 5 av 6, Birgir Kruse í Sosialinum 4 av 5 og Mentanarcaféin hjá KvF 4 av 6 stjørnum.

Eitt sum gongur aftur í góðu ummælunum og afturmeldingunum frá áskoðarunum eru flottu leikaraavrikini hjá teimum 6 leikarunum, sera vakri og hugtakandi pallurin og, ikki minst, týðingin hjá Hans Tórgarð, sum megnar at gera 2500 ára gamla tekstin lættan og livandi.


Seinastu sýningarnar verða fríggjakvøldið kl. 19.30 og leygardagin og sunnudagin kl. 18.00.

Birgir Krusu, sum ummældi leikin fyri Sosialin, skrivaði millum annað soleiðis eftir fyrstu sýningarnar. 

Tragiska familjan

Tað er grikski Sofokles (496 f.Kr.-406 f.Kr.), ið hevur skrivað tragediuna um mest tragisku familju í allari bókmentasøguni umleið 420 fyri okkara tíðarrokning. Sofokles sigst hava skrivað fleiri enn hundrað aðrar leikir, men bara sjey eru varðveittir.

 

 

Tveir av teimum eru um Oidipus, og umframt aktuella leikin Elektra, telja vit eisini Antigone, sum Axel Tórgarð umsetti í 1989 til framførslu í Norðurlandahúsinum. Nú hevur Hans Tórgarð umsett Elektra eftir nýtýðingini hjá írska Frank McGuinness (f.1953), sum kom út í 1997 undir heitinum Sophocles’ Electra.

 

 

Tá høvdu beiskar hendingar úr londum, sum ikki vóru so ógvuliga langt burturi frá okkum, fylt miðlarnar við blóðdryppandi myndum og drápuligum søgum í nógv ár. Eftir ummælum at døma, tá leikurin hjá McGuinness varð frumsýndur á Chichester Festival Theatre hetta sama árið, hevði serliga støðan á Balkan, har grannar vóru í etniskum stríði, nógv at týða í fatanini og uppsetingini av klassiska grikska harmleikinum. Leikurin varð tikin upp aftur á the Old Vic í London í 2014.

 

 

Og er áhugi at lesa gomul skjøl á netinum hjá Søvnum Landsins, finst ein hondskrivaða uppskrift frá N. Lang Nilsen í 1768, sum á titulblaðnum ber heitið Electra, tragedie af Sophocles.

 

 

Elektra varar 85 minuttir, er uttan steðg og verður sýndur á Tjóðpalli Føroya í mentanargøtuni í Havn.

 

 

Elektra - eitt útferðarmál av heilt terapeutiskum slag!

Fýra stjørnur av fimm