Eli um 1-3 tapið í Ísrael: Frægasti dystur hjá U21 higartil (FM1)

(FM1) Hoyr telefonsamrøðu við Eli Hentze, U21 landsliðsvenjara sum sá sínar menn tapa 1-3 móti Ísrael á útivølli

##med2##

Føroyska U21-landsliðið tapti 1-3 móti Ísrael í EM-undankappingardysti á útivølli fyrr í dag. 

Tai Baribo legði Ísrael á odda tá átta minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki, og tá átta minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.

Hugin Samuelsen minkaði um munin fyri Føroyar tá 64 minuttir vóru farnir av dystinum.

Yonas Malede skoraði sigursmálið fyri Ísrael tá fýra minuttir vóru eftir av tí vanligu leiktíðini.

Hóast tapið so heldur Eli Hentze, at talan leikliga er um tann besta EM-undankappingardystin hjá føroyska U21-landsliðnum í hesari undankappingini. Ísrael var betur, men føroyska landsliðið var væl við, og tað gekk betur enn tað gekk í teimum undanfarnu dystunum móti Norðurmakedonia, Montenegro og Kasakstan.

Eli minnir eisini á, at tað er nógvur hiti í Ísrael, og tað gjørdi ikki fyritreytirnar lættari. 

Heldur ikki hesaferð fekk føroyska U21-landsliðið nakrar venjingardystir, og aftur hesaferð má ein føroyskur U21-landsliðsvenjari ásanna, at fyrstu dystirnir í undankappingini mugu brúkast til at spæla liðið saman, og tað er óheppið. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Eli Hentze fyri løtu síðani.

 

 

(Samrøða við Eli Hentze, U21-landsliðsvenjara)