Útlit eru fyri tættari kapping millum politisku veingirnar, tá veljarar í Noreg í dag velja limir í landsins tjóðarting, Stórtingið.
Her kanst tú lesa um, hvussu nógv valevni verða vald, hvussu sessirnir verða býttir, og nær veljarar kunnu atkvøða.
* Noregi hevur val til Stórtingið fjórða hvørt ár. Valið fer altíð fram annan mánadag í september.
* Valdir verða 169 limir í Stórtingið.
* Valevni eru vald í 19 valdømum. Hvørt valdømi hevur fingið útlutað eitt tal av sessum í Stórtinginum út frá fólkatali og øki.
* Valstøðini hava ymiskar upplatingartíðir um alt Norra.
* Nógv valstøð hava opið mánadagar frá kl. 9 til kl 21. Hetta er galdandi fyri valhølini í Oslo kommunu, m.a.
* Summi valstøð hava styttri upplatingartíðir - til dømis frá kl 12 til 21. Soleiðis er millum annað á valstøðum í Trysil kommunu.
* Fyrstu mátingar frá valstøðum verða væntandi beint eftir kl. 21 norska tíð, klokkan 20 okkara tíð.
* Veljararnir hava ikki bert møguleika at atkvøða í dag. Nøkur - men ikki øll - valstøð vóru eisini opin í gjár.
* Veljarar hava eisini havt møguleika at atkvøða við brævi - ella "forskots atkvøðu" - áðrenn vanliga valdagin.
* Veljarar hava kunnað atkvøtt frammanundan frá 11. august til 5. september.
* Harumframt hevur verið serligur møguleiki at "atkvøða fyri tíð" frá 1. juli til 8. august. Hesin møguleiki var ætlaður veljarum, sum ikki kundu atkvøða millum 11. august og 5. september ella valdagin.
* Tá valúrslitið er greitt, verða 150 av teimum 169 sessunum í Stórtinginum fyrst býttir út til teir flokkar, sum hava fingið flestar atkvøður í hvørjum valdømi. Tá verða 19 sonevndir útjavningarsessir býttir út - ein til hvørt valdømi.
* Javningarsessirnir eru ætlaðir at bøta um ójavnvág, sum kann stinga seg upp í sambandi við umboðsbýtið á valinum í valdømunum.
* Bert flokkar, sum hava fingið í minsta lagi fýra prosent av atkvøðunum um alt landið, kunnu fáa útjavningarsessir.
* Fýra prosent er tí mett at vera markið, sjálvt um flokkar, sum hava fingið færri atkvøður, væl kunnu verða valdir í Stórtingið.
Kelda: Valg.no, Stortinget, NTB, Reuters.
/Ritzau/