Útlendskir arbeiðsmenn vístir av landinum

Tveir mans, sum vóru komnir til Føroyar at arbeiða, máttu heimaftur við fyrsta flogfari

Orsøkin var, at menninir hvørki høvdu arbeiðs- ella uppihaldsloyvi. Teir vóru komnir til Føroyar at arbeiða fyri ein danskan arbeiðsgevara, sum hevði eitthvørt arbeiði í Føroyum.

Teir hildu seg hava rætt at vera her og at arbeiða her, tí teir høvdu arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Danmark. Men tað er altso ikki nóg mikið.

Av tí at teir ikki fingu ferðaseðil fyri sama flogfari, sum teir komu við, so sluppu teir at gista í Føroyum fyri síðan at fara aftur til Danmarkar við fyrsta flogfari.