Í annaðkvøld klokkan 18.30 spælir føroyska U21-landsliðið triðja dystin í hesari EM-undankappingini.
Dysturin í bólki C verður á Stade de la Frontière í Esch-sur-Alzette í Luksemborg. Talan verður um fyrsta dystin hjá Luksemborg í hesari undankappingini.
Føroyar hava vunnið tveir 2-1 sigrar higartil. 2-1 á Estlandi í Klaksvík, og 2-1 á Íslandi í Reykjavík í farnu viku.
Tað verður ein altjóða óroyndur dómari, ið fer at leiða uppgerðina millum Luksemborg og Føroyar.
Talan er um Kevin O’Sullivan, ið síðani 2022 hevur dømt 42 dystir í bestu írsku fótbóltsdeildini.
Kevin O’Sullivan hevur verið altjóða dómari síðani 2023, so altjóða royndirnar eru ikki tær mestu.
LUKSEMBORG - FØROYAR
Dómari: Kevin O’Sullivan IRL
Hjálpardómari 1: Eoin Michael Harte IRL
Hjálpardómari 2: Darragh Keegan IRL
Fjórði dómari: er ikki ásettur enn
UEFA dómaraeygleiðari: Marco Borg MLT
UEFA umboð: Peter Kováč SVK