Elias og Sävehof vunnu seg í hálvfinalurnar

Í kvøld var eingin ivi tá Sävehof vann stórsigur á Lugi í fimtu og avgerandi fjórðingsfinaluni

Lugi úr Lund í Skåne hevur verið tungt hoyggj hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í Sävehof í fjórðingsfinalunum í bestu svensku hondbóltsdeildini. 

 

Beint móti tí sum serfrøðingar og veddingarfyritøkur høvdu mett vann Lugi tvær av teimum fýra fyrstu fjórðingsfinalunum.

 

Fimta og alt avgerandi fjórðingsfinalan var leikt í Partille í kvøld, og í kvøld var eingin ivi. Sävehof vann stórsigur 33-21. Í steðginum var Sävehof á odda 17-12.

 

Elias gjørdi sítt og skoraði seks mál fyri Sävehof í kvøld, umframt at leggja upp til fleiri onnur mál hjá Sävehof.

 

Nú kunnu Elias og liðfelagarnir gera klárt til hálvfinalurnar har tað eisini verður spælt best av fimm dystum. 

 

Sävehof er steypavinnari og er eisini verandi meistari.