Elias toppskjútti í javnleiki hjá Kiel móti næstfremsta liðnum

THW Kiel leikti javnt móti Lemgo á útivølli

Seinnapartin tók næstfremsta liðið í týsku bundesliguni, Lemgo móti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgum hansara á fjórðfremsta liðnum, THW Kiel í Phoenix Contact Arena høllini í Lemgo.

 

Dysturin endaði við javnleiki 23-23. Elias legði Kiel á odda 23-22, tá 53 sekund vóru eftir av dystinum, men tíverri megnaði Lemgo at javna til 23-23 við bert 11 sekundum eftir á klokkuni. Í steðginum var Lemgo á odda 10-9.

 

Elias skoraði seks mál upp á 10 málroyndir, og hann var toppskjútti hjá Kiel. Elias legði eisini upp til trý mál (assist), og hann hevði eisini tvey "steals", har hann fangaði bóltin frá álopinum hjá Lemgo.

 

Kiel er fjórðfremst í deildini við 24 stigum. Teir hava fimm stig upp til Magdeburg, ið bara hevur sett eitt stig til higartil í kappingini.