Elin á Rógvi fekk barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs

Elin á Rógvi, rithøvundur, fekk barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri spenningssøguna »Fornt«

Í grundgevinginin skrivar dómsnevndin soleiðis:

 

"Fornt" er ein livandi nútíðarlýsing av barnalívinum. Ein spenningssøga, sum gongur fyri seg í veruleikanum og í tykisheiminum, og karmurin er telduspælið við sama navni, "Fornt".

 

Heitið sipar til fornu sagnirnar, men speglar eisini navnið á telduspæli, sum nógv í Føroyum kenna. "Fornt" dregur og lokkar, eins og nykurin gjørdi fyrr. Sagnirnar gerast livandi, har børnini varnast ella jagstra.

 

Trupulleikin við skíggjum, ið eru stóra marran hjá foreldrum, verður væl lýstur. Høvundurin setir seg í støðuna hjá børnunum og teimum ungu, og samstundis fáa foreldrini eitt innlit, sum gevur teimum møguleika at skilja hesa ókendu verðina.

 

Við sagnverum í nútímans telduspæli byggir "Fornt" brúgv ímillum fortíð og nútíð. Kanska brúgvin fer at røkka inn í framtíðina, nú telduspælið er á føroyskum og gongur fyri seg í Føroyum.

 

Høvundurin leggur upp til at brúka føroyska umhvørvið og at samskifta á føroyskum.

 

"Fornt" er væl skrivað, og Elin megnar við einum livandi máli at byggja upp ein spenning, sum heldur fast í lesaran – til síðsta punktum.