Elisabet til Fredrikstad FK: Hetta er spennandi

Elisabet Vang er sett sum kropsligur venjari  hjá Fredrikstad FK

Mynd: (FFK.no) Elisabet Vang hevur verið kropsligur venjari hjá KÍ

Føroyingafelagið í Norra, Fredrikstad FK, hevur sett Elisabet Vang í kropsliga venjaratoymið í felagnum. Hon fylgir sosatt Mikkjali K. Thomassen og Jóannes Bjartalíð úr KÍ til Fredrikstad. Eisini er Brandur Hendriksson í felagnum.

 

- Eg gleði meg til at verða ein partur av Fredrikstad FK og tað er ein spennandi uppgáva, sigur Elisabet Vang, ið er fyrrverandi landsliðsspælari.

 

Joacim Heier, dagligur leiðari í felagum, sigur at Elisabet Vang kemur við nógvari vitan um kropsliga venjing og kosti. Hann leggur millum annað dent á, at Elisabet Vang hevur bæði spælt fótbólt og liva eitt lív, har hon hevur sett stór krøv til sín egna kropp.

 

Fredrikstad FK skal komandi kappingarár spæla í bestu deildini í Norra.

 

Mynd: (FFK.no) Elisabet Vang hevur verið kropsligur venjari hjá KÍ