Elitan sigraði

Ukrainski stórmeistarin Vassily Ivanchuk, vann sera sannførandi tí eftirhondini tiltiknu Sigeman kappingina, sum í ár bleiv leikt bæði í Svøriki og Danmark

Talv

Seinastu mongu árini hevur 34 ára gamli Vassily Ivanchuk verið ein av fremstu telvarunum í heiminum. Hann trein av álvara inn á talvpallin tá hann vann í Linares í 1991 framanfyri Kasparov. Eitt stutt skifti var Ivanchuk næstfremstur á altjóða ratinglistanum.
Seinasta árið hevur ukrainska stjørnan tó havt nøkur misjøvn úrslit, og er hann í skrivandi løtu nummar tólv á ratinglistanum við 2704 ratingstigum. Serliga eru tað nervar Ivanchuks, sum er størsti múrur hansara, og er hann tí av somu orsøk heldur óstøðugur. Spennandi varð tí at síggja, hvussu hann fór at megna at standa ímóti trýstinum sum tann hægstrataði telvari í Sigeman kappingini.

Dani gav Ivanchuk mótstøðu
Fyrstu fimm umførini blivu leikt í Malmø, og 6-9. umførini vórðu leikt í Keypmannahavn. Hetta er fyrsta royndin at samansjóða kappingina á hendan hátt. Orsøkin er tann, at Dansk Skak Union í ár bleiv 100 ár. Síðani fyrstu kappingina í 1993, hevur annars verið telvað í Malmø.
Kappingin fevndi um tíggju luttakarar og níggju umfør. Heili níggju stórmeistarar og ein svenskur tittuljagstari. Umframt Ivanchuk, kunnu nevnast sterkasti telvari í norðanlondum, Peter Heine Nielsen úr Danmark, eins og Jan Timman, Emil Sutovsky, Curt Hansen og Luke McShane eru stór nøvn.
Tað vísti seg skjótt, at teir einastu, ið nøkunlunda kláraðu at fylgja við Ivanchuk, vórðu Peter Heine og McShane úr Onglandi. Men eftir næstseinasta umfar varð greitt, at kappingin nærum var avgjørd, eftir at Ivanchuk hevði lagt seg eitt stig fremstan. Við at leika ein skjótan javnleik í seinasta umfari ímóti vælkenda Tiger Hillarp-Persson úr Svøriki, vann Ivanchuk loksins oddastríðið.

Endaliga støðan:
Ivanchuk (2704)7,0 av 9
Peter H. Nielsen (2625)6,0
Luke McShane (2592)5,5
Curt Hansen (2610)4,5
Tiger Persson (2474)4,5
Sune B. Hansen (2537)4,5
Emil Sutovsky (2652)4,5
Johnny Hector (2553)4,0
Jan Timman (2578)4,0
Bengt Lindberg (2392)0,5

29 ára gamli Peter Heine telvaði væl, og fekk eitt uppiborið annað pláss við ongum tapi og seks stigum. Hann hevur veruliga ment seg seinastu tvey árini og ikki verður tað heilt óvæntað um hann um stutta tíð nærkast topp 10 í heiminum.
McShane, sum undan seinasta umfar lá á øðrum plássi saman við Peter Heina, tapti ímóti einum vælleikandi Curt Hansen í síðsta talvinum. McShane er einans 19 ár, og hevur eftir kappingina beint omanfyri 2600 í rating.
Tiger hevði eina frálíka kapping. Var næstlægst rataður, men vísti av álvara tenn og dirvi. Curt Hansen og Jan Timman bjargaðu teirra æru við at vinna seinastu tvey umførini.