Danmark hevði undan kvøldsins dysti í EM-millumbólki 2 í Hamburg móti Slovenia, longu vunnið millumbólkin.
Tí valdi danski venjarin, Nikolaj Jacobsen at spara nakrar av berandi kreftunum, og at geva leikarum, ið hava sitið meir uttanfyri spælitíð í kvøld.
Slovenia sum hevði eitt OL-pláss at spæla fyri vann dystin 28-25. Slovenia var omaná í fyrra hálvleiki, og var á odda 17-14 í steðginum. Tað leikaði javnt á í seinna hálvleiki, men seinastu løtuna kom Slovenia nøkur mál framum aftur, og fór harvið við sigrinum.
Føroyar, ið taptu 29-32 fyri Slovenia skoraðu sostatt fleiri mál móti Slovenia í sínum tapi fyri fysiskt sterka slovenska liðnum.
Jóhan á Plógv Hansen, ið fekk møguleikan at byrja dystin í kvøld skoraði eitt mál fyri Danmark.
Klokkan 19.30 byrjar dysturin millum Svøríki og Danmark. Svøríki er longu staðfestur tveyari í bólkinum.
Danmark hevur átta stig. Svøríki og Slovenia hava seks stig hvør. Portugal hevur fimm stig, Noreg hevur tvey stig, og Niðurlond eru aftast við einum stigi.
Slovenia skal sostatt spæla um fimta plássið, og harvið einum plássi í OL-endaspælinum í París í summar.
Fyrr í dag leikti Portugal javnleik 33-33 móti Niðurlondum, og tað kostaði portugisum dystin um fimta plássið.
Danmark-Slovenia 25-28 (14-17)
Danmark: Niklas Kirkeløkke 6, Lukas Jørgensen 6, Michael Damgaard 3, Magnus Landin Jacobsen 2, Mads Mensah Jacobsen 2, Emil Jakobsen 2, Jóhan á Plógv Hansen 1, Hans Aaron Mensing 1, Simon Hald Jensen 1, Hans Lindberg 1.
Slovenia: Kristjan Horzen 6, Aleks Vlah 5, Borut Mackovsek 4, Domen Novak 3, Nejc Cehte 3, Miha Zarabec 2, Stas Jovicic 1, Matic Suholeznik 1, Tilen Kodrin 1, Gasper Marguc 1, Jure Dolenec 1.