Í morgin verður fyrsta umfarið leikt í EM-millumbólki 1, ið verður leiktur í Boxen í Herning.
Liðini sum manna millumbólk 1 er hesi: Frakland, Týskland og Portugal, ið hava tvey stig hvør frá innleiðandi umfarinum, og Danmark, Spania og Noreg, ið einki stig hava.
Tvey tey fremstu liðini í millumbólkinum vinna seg í hálvfinalurnar.
Skráin:
Hósdagin 22. januar:
14.30: Týskland – Portugal
17.00: Spania – Noreg
19.30: Frakland – Danmark
Leygardagin 24. januar:
14.30: Frakland – Portugal
17.00: Spania – Danmark
19.30: Týskland – Noreg
Mánadagin 26. januar:
14.30: Portugal – Noreg
17.00: Spania– Frakland
19.30: Týskland – Danmark
Mikudagin 28. januar:
14.30: Spania – Portugal
17.00: Týskland – Frakland
19.30: Danmark – Noreg











