Karmar eru gjørdir fyri framtíðar avtalu um Grønland, og samstundis eru tollur á Grønland strikaður.
Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á sínum sosiala miðli Truth Social.
– Við støði í einum sera produktivum fundi, sum eg havi havt við aðalskrivaran í NATO, Mark Rutte, hava vit ment karmarnar fyri eini framtíðar avtalu viðvíkjandi Grønlandi og av sonnum øllum Arktis, skrivar Trump.
Sambært forsetanum verður henda loysnin, um hon verður sett í verk, ein "stórur vinningur fyri USA og øll NATO-londini".
– Út frá hesi avtaluni fari eg ikki at innføra teir tollir, sum skuldu koma í gildi 1. februar, heldur Trump fram.
Mark Rutte hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til fráboðanina hjá Trump um avtalu fyri Grønland.
Ritzau roynir í kvøld at fáa viðmerking frá Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark og uttanríkisráðharranum Lars Løkke Rasmussen.
Trump hevði annars hótt við at leggja toll á Danmark og onnur evropeisk lond í heita kjakinum um Grønland.
Trump segði, at hann fer at seta tíggju prosent toll á londini frá 1. februar.
Tollurin fór at hækka til 25 prosent 1. juni, um avtala ikki er fingin í lag tá, sigur forsetin.
Fyri at umrøða tollhóttanir skulu ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES-londunum hittast í Brússel í morgin. Eyka ES-toppfundurin verður framvegis hildin, skrivar Reuters.
Sambært Trump verða fleiri umrøður um rakettverjuskipanina "Golden Dome", tí hon "snýr seg um Grønland".
– Varaforsetin J.D. Vance, uttanríkisráðharrin Marco Rubio, amerikanski serligi sendiharrin Steve Witkoff og ymisk onnur koma at standa fyri samráðingunum. Teir fara at boða mær beinleiðis frá, skrivar Trump.
Fundurin við Mark Rutte var kvøld í sambandi við heimsbúskaparfundin í Davos.
Stutt eftir at Trump boðaði frá møguligari avtalu, hækkaði amerikanski partabrævamarknaðurin við 1,5 prosentum, skrivar MarketWire.
/Ritzau/











