EM: Skráin fyri bólk A (bólkurin hjá Spania)

Bólkur A verður leiktur í Herning

Mynd: Eurohandball

Hósdagin byrjar EM-endaspælið í hondbólti hjá monnum. Endaspælið verður leikt í Danmark, Noregi og Svøríki. 

 

Spania, Týskland, Serbia og Eysturríki manna innleiðandi bólk A í EM-endaspælinum í hondbólti hjá monnum. Talan er um ein sera javnan og spennandi bólk, tó hava Spania og Týskland favorittstøðuna at vinna seg víðari til millumumfarið.

 

Bólkur A verður leiktur í Boxen í Herning.

 

Skráin fyri bólk A:

 

15. januar: Spania – Serbia, kl. 17.

15. januar: Týskland – Eysturríki, kl. 19.30.

17. januar: Eysturríki – Spania, kl. 17.

17. januar: Serbia – Týskland, kl. 19.30.

19. januar: Eysturríki – Serbia, kl. 17.

19. januar: Týskland – Spania, kl. 19.30.

 

Mynd: Eurohandball