Føroyar eru í bólki saman við Liktinstein og Íslandi, og dysturin ímóti Íslandi verður spældur í dag kl. 17 og leinki til beinleiðis stroyming er á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum www.fbf.fo .
Í hinum bólkinum eru Írland, Norðurírland og Skotland. Hálvfinalurnar verða spældar týsdagin kl. 19:30. Við sigrinum á Liktinstein í dag hava Føroyar góðan møguleika at koma í hálvfinaluna, har nr. eitt í øðrum bólkinum spælir ímóti nr. tvey í hinum bólkinum.
Finalur og aðrir plaseringsdystir verða spældir mikudagin. Vinnarin av kappingini kvalifiserar seg beinleiðis til sjálvt EM-endaspælið í summar. Tvey’arin fær enn ein møguleika í aðrari undankapping, sum verður síðst í mars.
Kl. 19:30 í kvøld spæla U18 dreingirnir hjá Føroyum ímóti Skotlandi.
Føroyska U18 gentulandsliðið:
Maria Hovgaard, KÍF
Eivør Dam, KÍF
Marjun á Mýrini, Ikast KFUM, Danmark
Børka Jákupsdóttir, Fleyr
Bylgja Holm, Fleyr
Gunn Gaardlykke, Dráttur
Hanna Elisabeth Thomasen, Dráttur
Halla Haraldsen, SÍ
Anna Katrina í Haraldstovu, SÍ
Edna Henriksen, SÍ
Josefina Fjallsbak, SÍ
Rebekka Dánjalsdóttir, TB
Ruth Berg Jespersen, TB
Natalia Edvardsdóttir, TB
Høvuðsvenjari er Marjan Nikolic, og hjálparvenjari er Ingibjørg S. Muller.
Ferðaleiðari er Jana Jacobsen, og Steinar W. Á Tórgarði er fysioterapeutur.











