Vágs kommuna søkti í november eftir nýggjum fíggjarleiðara.
Tá umsóknarfreistin var farin, vóru fýra umsóknir til starvið, og avgjørt varð at seta Elisabeth Johansen í starvið.
Elisabeth er 34 ára gomul og útbúgvin cand.merc.aud. frá CBS.
- Hon kemur úr einum starvi sum grannskoðari hjá Menta, siga tey í Vágs kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at Elisabeth er búsitandi í Havn, men flytir til Vágs í samband við nýggja starvið.
Elisabeth Johansen byrjar sum fíggjarleiðari í Vágs kommunu hin 1. mars, og starvið er tíðaravmarkað til 31. desember 2028.











