Fyrrverandi ráðgevi hjá Trump mælir Danmark frá at senda herfólk til Grønlands

Tað fer bara at gera støðuna verri, um Danmark og onnur evropeisk lond senda hermenn til Grønlands at senda signal.

Tað sigur fyrrverandi trygdarráðgevin hjá Trump við danska RADIO IIII.

Tað kann enda við at at geva bakslag, um Danmark og onnur evropeisk lond senda hermenn til Grønlands at senda signal til USA.

Soleiðis ljóðar greiningin hjá John Bolton, sum var amerikanski trygdarráðgevin undir Donald Trump í hálvt annað ár í fyrra valskeið hansara. Tað var her, at Trump fyrstu ferð vísti áhuga fyri Grønlandi.

– Eg haldi ikki, at tað riggar á Trump. Eg haldi, at tað bara fer at økja um spenningin, um Danmark og onnur evropeisk lond senda hermenn til Grønlands. Tað snýr seg um at seta hitan niður beint nú, sigur hann í samrøðu við RADIO IIII.

Harvið er hann ósamdur við fleiri flokkar í danska Fólkatinginum. Radikali Vinstri, Eindarlistin, Alternativið og Konservativi Fólkaflokkurin hava øll luftað eitt ynski um at senda evropiskar hermenn til Grønlands, eftir at USA fleiri ferðir hevur víst áhuga fyri Grønlandi í vikuni, og lagt dent á, at hermegi er ein møguleiki í amboðskassanum.

Sunnudagin kundi amerikanski miðilin Bloomberg eisini greiða frá, at ein hópur av evropiskum NATO-londum umhugsar at senda herdeildir til Grønlands.

Men sambært John Bolton er tað ein "symbolsk handling", um danski og evropiski parturin sendir hermenn út beint nú. Og tað ávarar hann ímóti.

– Symbolskar gerðir hjálpa ongum. Donald Trump tosar bara. Og um tú svarar við symbolskum gerðum, sum ikki eru væl umhugsaðar, so er vandi fyri at fløkja tingini, sigur John Bolton.

John Bolton heldur ikki, at USA kann gera innrás á Grønland. Hann kallar útsagnirnar hjá USA um hermegi fyri eitt "bluff". Men hann skilir væl, at tað verður tikið illa upp í Danmark:

– Eg skilji stúranina. Men Trump er ein frávik (frá almenna hugburðinum í USA, red.). Grønland merkir nógv fyri Trump, men ikki fyri nógv onnur, sum ikki eru á hansara lønarlista.

John Bolton er í løtuni ákærdur í einum samveldisdómstóli í statinum Maryland fyri at hava deilt sera loyniligar upplýsingar við konu sína og dóttur sína. Bolton avsannar ákærurnar og kallar tær “politiskar.”

Hóast hann fyrr hevur arbeitt sum trygdarráðgevi undir Donald Trump, so er Bolton í dag ein av hvassastu atfinnarunum hjá Trump.