EM VIDEO: Síggj samandráttin Føroyar-Noreg 26-26 (12-13)

(Video) Her er er samandrátturin hjá Eurohandball frá minniliga javnleikinum móti Noregi

Mynd: EHF

Vit byrja so smátt at fáa armarnar niður aftur aftaná minniliga 26-26 javnleikin móti Noregi í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum í Týsklandi.

 

Eitt úrslit og ein løta sum fer í søgubøkurnar.

 

Føroyar-Noreg 26-26 (12-13)

 

Føroyar: Teis Horn Rasmussen 5/7, Elias Ellefsen á Skipagøtu 5/12, Hákun West av Teigum 4/5, Rói Berg Hansen 3/3, Óli Mittún 3/5, Vilhelm Poulsen 3/6, Kjartan Johansen 1/1, Pætur Mikkjalsson 1/3, Leivur Mortensen 1/3.

 

Nicholas Satchwell bjargaði sjey av 21 málroyndum, og Pauli Jacobsen bjargaði fýra av 13 málmøguleikum.

 

Noreg: Alexandre Christoffersen 8, Gøran Søgaard Johannessen 6, Magnus Gullerud 3, Harald Reinkind 3, Magnus Abelvik Rød 3, Sander Sagosen 2, Kristian Bjørnsen 1. 

 

Slovenia hevur fýra stig, Noreg hevur trý stig, Føroyar hava eitt stig og Póland hevur einki stig. Føroyar mugu vinna á Pólandi, og Slovenia má vinna á Noregi við trimum málum ella fleiri um Føroyar skulu vinna seg í millumspælið. 

 

HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá tí minniliga dystinum:

 

##med2##

 

 

 

 

 

Mynd: EHF