(EM) VIDEO: Týskland-Sveis 27-14 (samandráttur)

(Video) Síggj samandráttin frá Eurohandball

Eitt heimsmet var sett í Merkur Arena í Düsseldorf, tá heili 53.000 áskoðarar vóru møttir til dystin í bólki A millum Týskland og Sveis. Gamla metið var 44.000 áskoðarar.

 

Týsku leikararnir, og tá serliga málmanslegendan, Andreas Wolff fingu ríkan íblástur av flottu rammunum, og teir vunnu stórsigur 27-14 (13-8) á Sveis.

 

Týskland - Sveis 27-14 (13-8)

 

Týskland : Juri Knorr 6, Julian Koster 3, Justus Fischer 3, Sebastian Heymann 2, Kai Hafner 2, Philipp Weber 2, Lukas Mertens 2, Timo Kastening 2, Jannick Kohlbacher 2, Rune Dahmke 1, Martin Hanne 1, Johannes Golla 1. 

 

Sveis : Lenny Rubin 4, Joel Willecke 2, Andre Schmid 2, Manuel Zehnder 2, Nicolas Raemy 2, Cedrie Tynowski 1, Maximilian Gerbl 1.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum frá YouTube-rásini hjá EHF, Eurohandball:

 

##med2##

 

14. januar:

 

17.00 Sveis – Frakland.

 

19.30 Norðurmakedonia – Týskland.

 

16. januar:

 

17.00 Norðurmakedonia – Sveis.

 

19.30 Frakland – Týskland