EM24: Verjuparturin skal bera Holland

EM24: Tað eru 36 ár síðan, at Holland við Marco van Basten og Ruud Gullit vann EM

Stjørnuspælarin er Virgil van Dijk. 32 ára gamli miðverjin er liðskipari hjá Hollandi

Tað eru 36 ár síðan, at Holland við Marco van Basten og Ruud Gullit vann EM. Hetta er einasta stóra heiti hjá stoltu fótbóltstjóðini, sum hevur fostrað mangan framúrskarandi fótbóltsspælara. Ein av teimum, sum eisini var við á EM-vinnandi liðnum, var hartskjótandi verjuspælarin Ronald Koeman.

 

Hann er í dag venjari hjá Hollandi fyri aðru ferð. Hann hevur eina verju, sum kann røkka langt. Virgil van Dijk (Liverpool), Nathan Aké (Manchester City) og Mathijs de Ligt (Bayern München) manna miðverjuna og allir spæla á hægsta stigi.

 

Stjørnuspælarin er Virgil van Dijk. 32 ára gamli miðverjin er liðskipari hjá Hollandi. Hann hevur verið fyri eitt sindur av atfinningum fyrr í hesum kappingarárinum, men avrikini hava verið sannførandi fyri Liverpool.

 

Á vongbakkunum eru Jeremie Frimpong (Bayer Leverkusen) og Denzel Dumfries (Inter). Báðir hava hava havt viðgongd við sínum feløgum. Bayer Leverkusen er týskur meistari í ár, og Inter er italskur meistari í ár fyri aðru ferð, men rakk eisini Champions League-finaluna í fjør.

 

Mitt á miðjuni húsast bóltsnillingurin og ein ímynd av hollendskum fótbólti – Frenkie de Jong. Álopið er gávuríkt, men manglar at vísa tenn í stóru dystunum. Cody Gakpo (Liverpool) og Memphis Depay (Atlético Madrid) spæla á hægsta stigi, men eru til tíðir útskiftarar.

 

Ronald Koeman er aftur venjari

 

Ronald Koeman hevur upplivað nógv gjøgnum eitt ríkt fótbóltslív sum spælari og síðani venjari. Størsta avbjóðingin hjá honum hevur verið karisma og persónligheit. Hann minnir nógv um Louis van Gaal, sum tríggjar ferðir hevur verið hollendskur venjari. Hann hevur fótbóltsheilan, men manglar at duga at selja ein boðskap til fjøldina og at geva spælarunum íblástur – ella soleiðis kann tað síggja út.

 

Holland hevur havt betri lið enn hetta, men ger verjuparturin sítt, so er ikki óhugsandi, at Holland kann spæla ein stóran leiklut til EM. Vit tippa, at Holland kemur í fjórðingsfinaluna, men so svíkur álopið.

 

Føroyar hava eina ferð spælt móti Hollandi. Tað var í upptaktini til EM 2004. Holland vann 3-0. Sterkasta minnið frá dystinum var eitt dundurskot frá Andrew av Fløtum, sum rakti tvørstongina. Annars hava Jan Allan Müller (Go Ahead Eagles) og Súni Olsen (FC Zwolle) spælt í hollendskum fótbólti.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Justin Bijlow (Feyenoord)

 

Mark Flekken (Brentford)

 

Bart Verbruggen (Brighton)

 

Verjuspælarar:

 

Nathan Aké (Manchester City)

 

Daley Blind (Girona)

 

Virgil van Dijk (Liverpool)

 

Lutsharel Geertruida (Feyenoord)

 

Matthijs de Ligt (Bayern München)

 

Micky van de Ven (Tottenham)

 

Stefan de Vrij (Inter)

 

Ian Maatsen (Dortmund)

 

Miðvallarar:

 

Denzel Dumphries (Inter)

 

Jeremie Frimpong (Leverkusen)

 

Ryan Gravenberch (Liverpoool)

 

Tijjani Reijnders (AC Milan)

 

Jerdy Schouten (PSV)

 

Xavi Simons (RB Leipzig)

 

Joey Veerman (PSV Eindhoven)

 

Georginio Wijnaldum (Al-Ettifaq)

 

Álop:

 

Steven Bergwijn (Ajax)

 

Brian Brobbey (Ajax)

 

Memphis Depay (Atlético Madrid)

 

Cody Gakpo (Liverpool)

 

Donyell Malen (Dortmund)

 

Wout Weghorst (Hoffenheim)

 

Joshua Zirkzee (Bologna)

 

Venjari: Ronald Koeman (Holland)

 

Skráin:

 

Pólland – Holland (Sunnudagin 16.juni klokkan 14)

 

Holland – Frakland (Fríggjadagin 21. juni klokkan 20)

 

Holland – Eysturríki (Týsdagin 25. juni klokkan 17)

 

Stjørnuspælarin er Virgil van Dijk. 32 ára gamli miðverjin er liðskipari hjá Hollandi