Embætisfólk eingi rættindi

Bjørn á Heygum, advokatur, metir, at dómurin í málinum millum Jákup Mørkøre og Helenu Dam á Neystabø, gevur politikkarunum rætt at fara við embætisfólki, nærum sum teimum lystir


 

Rættarmál

Verjin hjá Jákupi Mørkøre heldur, at rætturin hevur í grundini staðfest, at politikkarar kunnu fara við embærisfólki næstan sum teimum lystir. Jákup Mørkøre fekk eini greið boð frá landsstýriskvinnuni. Hann roknaði seg fram til, hvussu hann kundi halda tey boðini. Tá hann so kom við úrslitinum, varð hann uppsagdur.

Bjørn á Heygum, advokatur, ivast í, um dómurin í málinum millum Jákup Mørkøre og Helenu Dam á Neystabø, kann vera rættur.

Hann fer at lesa hann sera gjølla, sigur hann, og fer síðan saman við Jákupi Mørkøre at gera av, um teir skjóta dómin inn fyri Landsrættin.

Bjørn á Heygum vísir á, at tað er ikki eindømi, at embætismaður, sum arbeiðir eftir teimum treytum, politikkararnir seta honum, verður sagdur úr starvi.

Í hesum førinum fekk Jákup Mørkøre eina heilt greitt ásetta uphædd at reka sjúkrahúsverkið fyri. Tá hann so vísti á, hvørjar fylgjurnar fóru at vera, fekk hann at vita, at hann var illoyalur og ólýðin, og varð sagdur úr starvi.

Tá so er, er ikki lætt at gera við hjá teimum, sum skulu gera avgerðirnar hjá politikkarunum til veruleika, sigur Bjørn á Heygum advokatur.

Hann ásannar, at embætisfólk í ávísan mun eru at kalla gjørd rættarleys við hesum dóminum.

Nú hevur rætturin í grundini staðfest, at ein politikkari kann geva eini boð. Tá so boðini vera fylgd, og tey ikki hóva onkrum øðrum, kann tann, sum fekk boðini, bara ábyrgdast fyri tað, politikkarin gjørdi skeivt.

Bjørn á Heygum heldur við øðrum orðum, at her er bakari rættaður fyri smið.