Succesfulli hvíti rapparin Eminem hevur ikki gjørt nógv um seg í tí almenna seinastu tvey árini.
Hetta merkir tó ikki, at hann ikki arbeiðir longur. Herfyri gav hann út eina autobiografi, har hann greiðir frá um allan slaturin, sum seinastu nógvu árini hevur gingið um hann í Hollywoodheiminum. Her eru nøkur brot úr bókini:
Um barndóm sín sigur hann:
- Eg havi ongantíð havt eitt ordiligt heim. Tað er ikki lætt hjá børnum at skula fáa nýggjar vinir hvønn mánaða. Fyri meg var hetta serliga ringt, tí eg var so smæðin.
Um pápan, sum fór frá familjuni, tá ið
Eminem bert var tríggjar mánaðar gamal, sigur hann:
- Eg eri komin yvir hugin til at vilja læra hann at kenna. Tú skalt vera eitt heilt serligt reyvarhol, um tú ikki vilt læra egnu børn tíni at kenna.
Um kærleika sín til hip hop sigur hann:
- Mammubeiggi mín Ronnie opnaði eygu míni fyri hip hop, tá ið eg var 11 ára gamal ? tá hoyrdi eg bert Michael Jackson. Eg brúkti sera nógva tíð einsamallur, so hip hop varð besti vinmaðurin hjá mær.
Um alter-ego sítt sigur hann:
- Slim Shady er hann, sum drekkur eina rúgvu av Bacardi. Eminem er tann, sum fer á pallin, púra edrúur. Slim Shady verður fullur og leitar eftir einum góðum bardaga. Tað er feitt at kunna rappa sum onkur annar.
Nýggja bókin hjá Eminem fer at eita ?The Way I Am?.