Endaliga skráin løgd fyri Formuladeildina

Nú hevur kappingarnevndin hjá FSF gjørt av, hvussu dystirnir í besta mandsdeildini í fótbólti skulu spælast í 2006

Kappingarnevndin hjá FSF hevði gjørt eitt uppskot um, hvussu leikdagar og dystir skuldu verða í 2006, og hetta hava feløgini havt møguleika at gera viðmerkingar til.
Nú hevur FSF gjøgnumgingið skránna og viðmerkingarnar frá feløgunum, og endaliga skráin fyri Formuladeildina 2006 er løgd.
Í fyrsta umfari tann 2. apríl verða dystirnir hesir: EB/Streymur-B68, GÍ-Sumba/VB, NSÍ-KÍ, HB-ÍF og Skála-B36.
Spælt verður frá 2. apríl og til 16. juli, tá ið ein stuttur summarsteðgur verður. Formuladeildin byrjar aftur tann 5. august og heldur síðani fram til 21. oktober, tái ið dystirnir eru hesir: HB-ÍF, EB/Streymur-KÍ, NSÍ-B68, Skála-VB/Sumba og GÍ-B36.
Skráin fyri dystirnar í Formuladeildini kann síggjast í fullum líki á heimasíðuni hjá FSF  www.football.fo