Neistin-Stjørnan:
Neistin og Stjørnan eru tey bæði liðini, sum hava myndað oddin í føroyskum kvinnuhondbólti síðstu árini. Kappingin millum hesi bæði liðini hevur verið sera hørð, og síðsta kappingarár vann Stjørnan meistaraheitið, meðan Neistin vann steypakappingina.
Aftur í ár berjast júst hesi bæði liðini um fremst plássini. Undan fyrsta dystinum í endaspælinum liggur Neistin á odda, og í hølunum á teimum liggur Stjørnan, sum bert er tað eina stigið aftanfyri Neistan.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hava vunnið ein í part
Gongdin hjá hesum báðum liðunum hevur verið góð í ár. Stjørnan byrjaði betur enn Neistin, og í 2. umfari eydnaðist teimum at vinna á heimavølli ímóti júst Neistanum. Eftir hetta gekst heldur striltið hjá Stjørnuna, meðan Neistin veruliga fekk vind í seglini. Neistakvinnurnar hava ongan dyst tapt síðani tapið fyri Stjørnuna, og fyrst í desember mánaða megnaðu tær at vinna á Stjørnuni, og sostatt vunnu tær seg eisini fram við Stjørnuni, sum lá á odda undan seinna dystinum millum liðini bæði.
Nú møtast liðini so aftur í fyrsta dystinum í endaspælinum. Vinnarin av dystinum leggur seg einsamallan á odda í bestu kvinnudeildini, og kanska vit fara at fáa eina ábending um, hvat av hesum báðum liðunum er tað sterkara í ár.
Dysturin millum Neistan og Stjørnuna verður í høllini á Hálsi sunnudagin kl. 14.30.