Fýra stig fyri fýra javnleikir. Tað var úrtøkan hjá næstbesta liðnum hjá EB/Streymi, áðrenn liðið hóskvøldið fór á vøllin undir Mýruhjalla á Skála.
Í fimtanda umfari eyudnaðist tað loksins EB/Streymi at vinna. Úrslitið var 1-0. Málið skoraði Teitur D. Olsen, tá ið hann níggju minuttir eftir steðgin rann seg leysan innanfyri verjuna í vinstru og við góðum skoti sendi bóltin í handara síðunetið.
Heimaliðið hevði góðar møguleikar í fyrra hálvleiki, tá ið tað leikaði javnt á, men tað eydnaðist ikki at fáa hol á.
Eftir steðgin var Skála omaná, og heimaliðið spældi seg til møguleikar, men tað eydnaðist ikki at skjóta mál.
Tað var óvæntað, tá ið Skála síðsta leygardag vann 1-0 á útivølli ímóti toppliðnum NSÍ. Hóskvøldið var tað óvæntað, at Skála á heimavølli tapti 1-0 ímóti botnliðnum.
EB/Streymur hevur sjey stig og er á tíggjunda plássi og tvey stig aftanfyri HB. Skála hevur fimtan stig og er á sjeynda plássi - tvey stig frammanfyri B36 og eitt stig aftanfyri B71.