Loksins eydnaðist tað hjá Víkingi at fáa hol á. Í fyrsta umfari í Runavík tapti Víkingur 1-0, og í øðrum umfari endaði tað málleyst á heimavølli ímóti B36.
Í kvøld eydnaðist tað at avgreiða heimadystin ímóti HB, sum orsakað av veðri tvær ferðir er útsettur.
Víkingur vann 2-1. Harvið hevur Víkingur vunnið ársins fyrsta sigur, og harvið hevur HB fyri fyrstu ferð tapt í landskappingini, síðani André Olsen fyri einum knøppum ári síðani tók við sum HB venjari og í fyrstu royndini vann í Sarpugerði.
Tá ið ein tími var farin, legði HB seg á sigurskós. Málskjútti var norski álopsspælarin Storm Pettersen, sum nú hevur skorað trý mál í trimum dystum.
So gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá HB, sum kendist hava kós ímóti triðja sigrinum og harvið fullari úrtøku.
Soleiðis var tað í 11 minuttir. Tá eydnaðist tað Víkingi at javna og skora ársins fyrsta mál. Innskifti Aron Benjaminsen legði við frísparki úr høgru fram í brotsteigin, og har var tað miðverjin Arnbjørn Svensson, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið. Tá sá tað ikki so gott út í miðverjuni hjá HB, sum annars hevði verið rættiliga sannførandi.
Tríggjar minuttir seinni var heimafagnaðurin øgiligur í Sarpugerði. Nýggi vongverjin í høgru Jósef Ólavsson Gleðisheygg var aftur í kvøld eyðsýndur, og hann varð dagsins maður, tá ið hann eitt korter undan leikloki og úr høgru smekkaði bóltin flatt í handara síðunetið.
HB setti Bartal Wardum og Erik Sorga inn í álopið fyri Storm Pettersen og Dan í Soylu, og tað bar onkran stóran møguleika við sær, men tað eydnaðist ikki at fáa bólin í málið aftanfyri Bárð á Reynatrøð, og tað kendist vera stórur lætti og av álvara kæti, tá ið Dagfinn Forná bríkslaði fyri síðstu ferð, og máltalvan vísti 2-1.











