Nú skriva tey samgonguskjalið

– Samráðingarnar ganga væl, og samgonguskjalið verður skrivað, so hvørt málini eru avgreidd

Samráðingarleiðarin, Beinir Johannesen, á veg inn til samráðingar um skipan av landsstýri í gjár.

Tað sigur Beinir Johannesen, samráðingarleiðari, nú hann er á veg til Havnar á samráðingarfund, sum verður klokkan 10.

 

Samráðingarnar um at skipa nýtt landsstýrið halda fram í morgun

 

Beinir Johannesen sigur við in.fo í morgun, at á skránni fyri fundin í dag eru evnini vinnulív, nýskipanir, arbeiðsmarknaðarmál og bústaðarmál.

 

Hann sigur, at evnini, sum tosað varðum í gjár, longu eru feld í samgonguskjalið.

 

– Vit fara sjálvandi at gjøgnumganga tey aftur nakrar ferðir, men arbeiðshátturin er tann, at vit skriva samgonguskjalið so hvørt sum evnini eru avgreidd, sigur Beinir Johannesen.

 

Hann letur væl at samráðingunum, hann sigur, at lagið er gott, og at samstarvið gongur sera væl – og at lagið er gott á fólki.

 

Tað eru tingbólkarnir hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, sum samráðast. Tey eru tilsamans 22 tingfólk – 5 fleiri enn neyðugt er fyri at hava meiriluta í Løgtinginum.

 

Samráðingarleiðarin, Beinir Johannesen, á veg inn til samráðingar um skipan av landsstýri í gjár.