Í morgun hevur Jógvan Horn, sum býr í Havn, men hevur konu úr Svínoy, lagt nakrar frálíkar myndir út vangan hjá svínoyingum á Facebook.
Myndirnar, sum eru tiknar umborð á Rituni í morgun á veg til Svínoyar, vísa eitt stórt omanlop á oynni, nakað sunnanfyri Dragan.
Í tekstinum, sum Jógvan Horn hevur knýtt til myndirnar, sigur hann, at hetta er eitt nýtt omanlop, tí runan sæst enn fram við landinum.
- So, hetta er eitt spildurnýtt omanlop, heldur hann fyri.
Vit skiftu orð við Jógvan Horn fyri løtu síðan, og hann gav okkum loyvi at brúka frálíku og sigandi myndirnar her á In.fo.
- Tey 25 árini, síðan eg møtti konu míni, hava onkur størri og smærri omanlop verið í oynni, men tey eru helst fá, sum hava verið nógv størri enn hetta, sigur hann.
Omanlopið hesaferð er, sum myndirnar vísa, heilt úr erva og niður í sjóvarmálan.
Jógvan Horn og konan, sum annars búgva í Havn, hava hús í Svínoy, og her eru tey við jøvnum millumbilum.
##med2##
##med3##












