Endiliga skein sólin á NSÍ

Í illa skaðaplágaða B36 iðraðu teir seg um, at tað ikki eisini í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, eydnaðist at halda tætt ímóti NSÍ, sum fyri fyrstu ferð í ár fór at vøllinum við fullari úrtøku

Tá ið Rúni Gaardbo hevði bríkslað fyri síðstu ferð, var fagnaðurin ovurstórur í NSÍ leguni, og millum hvítu B36 menninar og trúføstu viðhaldsfólkini, sum vóru komin inn á Skálafjørðin at stuðla, var vónbrotið eyðsýnt.
-Vit arbeiddu væl og nógv, og tá ið tað gekk, sum tað gjørdi, so haldi eg ikki, at tað hevði verið nakað forgjørt í, at vit høvdu megnað javnleik, men tíverri gjørdu vit tað ikki, og tí eru vit sjálvsagt sera vónbrotnir, staðfesti B36 liðformaðurin Jákup á Borg, sum hesa ferð var í fremstu røð saman við Rasmusi Dan Sørensen.
B36 liðið var aftur hesa ferð vongskert. Lukasz Cieslewicz, Høgni Eysturoy og Adeshina Lawal eru skaddir, og hóast blaðungu menninir standa seg væl, so kostar tað, at lyklaspælarar sita uttanfyri, heldur Jákup á Borg, sum roknar við, at Lawal og Høgni Eysturoy fara at verða tøkir, tá ið næsta umfar í landskappingini verður á skránni um knappar tvær vikur.
NSÍ hevði leikliga yvirvág, og trýstið ímóti B36 málinum øktist, sum tað leið fram ímóti endanum. Dómarin legði átta minuttir aftrat, tí B36 málverjin, Tórður Thomsen, tvær ferðir lá fitta løtu á vøllinum. Tað var í eyka tíðini, at Magnus Olsen skoraði sigursmálið.
Jónhard Frederiksberg legði úr høgru og aftur um handara stólpa. Klæmint A. Olsen legði við høvdinum innfyri aftur málið, og har var Magnus Olsen fyrstur á. 1-0 og fyrsti NSÍ sigurin í ár var veruleiki.
-Hetta var sera kærkomið. Vit hava verið tætt við á heimavølli ímóti KÍ og á útivølli ímóti Víkingi, og vit mistu sigurin í síðstu løtu í Trongisvági. Vit hava roknað við, at tað skuldi bera til, og sigurin ber sjálvsálit við sær, var viðmerkingin í NSÍ leguni, har teir stórfegnaðust.
Undan 1-0 sigrinum á B36 var NSÍ átta ferðir á rað farið av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku í landskappingini. Fýra tær síðstu ferðirnar í 2012 var úrtøkan ein javnleikur, og fýra tær fyrstu ferðirnar í ár var úrtøkan tveir javnleikir.
Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur samlaða úrtøkan hjá B36 verið tveir javnleikir.

Stubbi
Færø navnið og B36 eru fast knýtt hvørt at øðrum. Síðst í fimmti árunum og fram í seksti árini var Odmar Færø millum lyklaspælararnar. Í áttati árunum var Oddmar Færø, sonur Odmar Færø, ein av góðu B36 spælarunum. Hesi seinastu árini hevur Odmar Færø, sonur Oddmar Færø, sum nú lesur í Skotlandi og er nógv saknaður í B36 verjuni, verið ein av hollu stuðlunum.
Í Runavík kom fjórði Færø spælarin inn á B36 liðið. Talan var um Sandri Færø, sum er lítli beiggi Odmar Færø, yngra. Í síðsta minutti var 21 ára gamli Sandri skiftur inn í álopið í staðin fyri 17 ára gamla Rasmus Dan Sørensen.