Endurhoyr reportasju frá 1.000 ára føðingardegnum

(Ljóðbrot frá Rás2) Rás2 gjørdi eina reportasju í 2012, tá Olsen systkini fyltu 1.000 ár

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr níggju minuttirs langu reportasjuna Rás2 gjørdi í Rituvík, leygardagin 21. juli í 2012, tá nú staðfestu heimsmet-systkini í Rituvík, børnini hjá Elsebeth og Magnusi Olsen fyltu samanlagt 1.000 ár.

 

Í reportasjuni hjá Rás2 frá 2012 hoyra vit prát við trý av systkunum, Arna Kartin Olsen, Amy Tausen og Karl Olsen. Prátað varð eisini við Magnus Tausen, sum er sonur Amy Tausen. Reportasjan byrjar við sálmasangi úr Rituvíkar kirkju, har ættarfólkini vóru savnaði til guðstænastu.

 

Tey 12 systkini, sum hava nú staðfestað Guinness heimsmetið, sum heimsins elstu systkin eru Magnus Salomon (1920), Vensil (1921), Sára Malena (1923), Marin Fredrikka (1924), Arnholt Sofus (1925), Carl Sivar (1928), Elly (1930), Jaspur (1932), Harry (1933), Mary Elina (1934), Amy (1936) og Arne Kartin (1938).

 

(Mynd: Hanus Højgaard)