Endurskoða eldrabústaðir

Tjóðveldi ætlar at ætlaðu útbyggingarnar av eldrabústøðum skal endurskoðast fyri at vita, um verandi ætlanir eru tær mest hóskiligu, ella dentur skal leggjast á eitt nú eldradeplar, trygdartelefonir og útbygging av heimarøktini

Formaðurin í Trivnaðarnevndini, Jákup Mikkelsen, hevur róð upp undir eitt kjak um eldrabústaðir, og nú kemur Tjóðveldi við einum ujppskoti til samtyktar, hesum viðvíkjandi.
»Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja frágreiðing fyri Løgtingið, ið hevur til endamáls at endurskoða ætlaðu útbyggingingarnar av eldrabústøðum. Endurskoðast skal, um verandi ætlanir er tær mest hóskiligu ella um eitt nú eldradeplar, trygdartelefonir og útbygging av heimarøktini hevði verið hóskiligari og meiri tíðarhóskandi«.
Soleiðis ljóðar uppsklotið í sínum heila líki. Sagt verður í viðmerkingunum til uppskotið:
»Mong fegnast, nú ætlanir eru um at fáa fleiri eldrabústaðir bygdar kring landið. Ætlanin er at nýta smáar 100 milliónir av fíggjarlógini frá 2009 – 2011. Umframt hetta koma kommunurnar at rinda einar 150 - 200 milliónir aftrat. Tilsamans verður talan um eina upphædd, sum er 250 – 300 milliónir krónur. Øll tykjast vera samd um, at eldrabústaðir eru alneyðugir, og at tørvurin á eldrabústøðum einans fer at vaksa komandi árini«.
Víst verður í viðmerkingunum á, at ivasamt er um løgdu ætlanirnar innan eldraøkið eru tær røttu.
»Tekin eru um, at frymilin, landsstýrið hevur valt, er sera ivasamur. Felags boðskapurin hjá fleiri serfrøðingum, fakfólkum og granskarum er greiður:
Steðgið verandi ætlanum um røktarheimsbygging
Aðrastaðni verður farið burtur frá slíkari bygging«, sigur flokkurin í viðmerkingunum.

Smá rúm
Hópurin av áhugaverdum íblástri um framtíðar eldrabústaðir hevur verið seinastu mánaðirnar. Fyrilestrar, kjaksendingar, lesarabrøv og greinar hava lýst ivamálini við ætlanini væl.
Kortini tykist samgongan kúrr í hesum máli. Vert er at nevna at:

1. Eitt røktarheimspláss kostar eina hálva millión í rakstri árliga
2. Fleiri og fleiri eldri fólk verða
3. Nærverkið gjørdi herfyri vart við, at tørvur fer at verða á fleiri enn 700 starvsfólkum aftrat komandi árini
4. Ábendingar eru um, at nógv eldri fólk ikki halda røktarheimspláss vera eldrabústaðin, tey ynskja og ímynda sær
5. Røktarheimspláss vísa seg í stóran mun at gera eldru fólkini óvirkin.
6. Røktarheimspláss í túsundatali verða niðurløgd aðrastaðni
7. Røktarheimspláss eru dýrari at byggja enn aðrir bústaðir

Sjálvandi skal væl av peningi nýtast og raðfestast til eldrabústaðir – men tað tykist meir og meir ivingarsamt, um verandi ætlan hjá samgonguni er hin rættasta.
Eingin ivi er um, at okkum tørvar eldrabústaðir, men kanningar vísa, at allarflestu eldru fólkini fegnast vilja verða verandi í egnum heimi sum longst. Tey vilja heldur vera fræls menniskju í egnum heimi enn klientar á stovnum, sum Dennis Holm segði í samrøðu við Dimmalætting herfyri.
Røktarheimsplássini eru vanliga kømur, sum eru um 20 – 25 fermetrar. Her skulu fólk, sum eru von við 150 fermetrar og meir, búgva, sigur Tjóðveldi í viðmerkingunum.

Tørvur á 700 fólkum
Eisini hevur ergoterapeuturin Turið Jacobsen borið fram, at hon ímyndar sær, at hjá mongum kundi ein rættari loysn verið eitt nú trygdartelelefonir og ein útbygd heimarøkt.
Nakrir av teimum spurningunum sum upsskotssetararnir ikki halda eru nóg væl lýstir eru:
- Hví verður peningur einans settur av til røktarheimspláss?
- Kann tað oyðileggja áhugan fyri at fara undir alternativar eldrabústaðir?
- Er umhugsað at granska í, hvønn tørv og hvørji ynski eldru fólkini í Føroyum hava?
- Hvørjar eru visjónirnar sum heild, tá talan er um eldrabústaðir?
- Hevur samgongan umhugsað ístaðin at nýta peningin til at byggja hóskandi eldramiðstøðir? Hetta merkir: bústaðir knýttir at ymiskum tænastum sum aktivitetstilboð, hjálpartóladepot, sjúkrarøkt, heimahjálp, samdøgursvakt við sambandi við trygdartelefon, matskipan v.m.
- Hevur samgongan umhugsað heldur at umskipa økið og útbýggja tænasturnar til heimabúgvandi?
- Er umhugsað at lata hægri stuðul til smærri íbúðir enn til kømur?
- Hví eru røktarheimspláss so nógv dýrari at bygja enn aðrir bústaðir?
Ein kanning av Nærverkinum farna ár vísti, at tørvurin á starvsfólkum hjá Nærverkinum økist við fleiri enn 700 fólkum komandi árini.
Eisini er staðfest, at onnur lond fara burtur frá og niðurleggja røktarheimspláss, tí tey ikki halda, at tey eru hóskandi og helst eisini ov dýr. Hetta átti at fingið okkum at sett spurnaðartekin við, um ætlanirnar um røktarheimsbygging eru tær skilabestu, sigur Tjóðveldi.

Leiðin ikki rættasta
Í kjaksending bleiv greitt væl frá, hvussu stuðulsskipanir í Føroyum einans eru til røktarheim og sambýlir, og at eingin áeggjan tískil er til at fara undir alternativ. Júst hetta áttu vit eisini at endurskoðað. Sum er, verða í mesta lagi 700 túsund krónur latnar til hvørt røktarheimspláss og 50 túsund krónur til hvørt pláss á eldrasambýli. Eingin annar stuðulsmøguleiki er. Tískil eggjar landið bert til bygging av røktarheimum.
Øll ynskja vit eina trygga ferð úr vøggu í grøv. Uppskotssetararnir eru ikki sannførdir um, at leiðin, vit ganga júst nú á eldraøkinum, er hin rættasta. Undir øllum umstøðum halda uppskotssetararnir, at øll vitanin, vit hava fingið seinastu mánaðirnar, eigur at fáa okkum at steðga á og endurskoða ætlanirnar, umframt at fáa greiðu á ivamálunum, sigur Tjóðveldi í viðmerkingunum til uppskotið.