Enekk finnur virðini í kvæðunum

Kári Sverrisson, sangari, sangskrivari og guitaristur í Enekk, sum er innstillaður til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins, veit ikki rættiliga, hvat hann skal halda um virðislønir. Men at vera í sama vási sum Jan Gabarek, er sjálvsagt ein heiður, leggur Kári dent á

Niclas Johannesen


? Er tað hósmorgunin, tað verður avgjørt?

Kári Sverrisson, oddamaður í tónleikabólkinum Enekk, veit ikki av, at tað er nú hósmorgunin avgerðin fellur, tá vit práta við hann í telefonini týsdagin.

Men misskil hann ikki. 27 ára gamli eysturoyingurin dylir ikki fyri, at bara tað at verða innstillaður til virðisløn er ein stórur heiður, hóast hann sigur seg ikki rættiliga vita reint hugsjónarliga, hvat hann skal halda um virðislønir sum heild.

Vist er tað kortini, at Enekk sum fyrsti føroyski bólkurin nakrantíð er innstillaður til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hósmorgunin verður kunngjørt, hvør vinnarin er.

? Vit vænta ikki at vinna. Vit hava heldur onki gjørt fyri at vinna. Men bert tað, at vit eru innstillaðir saman við Jan Gabarek er ein heiður. Gabarek hevur verið heimskendur nú í 25 ár. Vit lurta nógv eftir hansara tónleiki, og eitt sum okkum dámar serliga væl við honum er, at hann spælir við tónleikarum úr øllum heiminum, og hann improviserar nógv. Eg rokni við, at hann fær virðislønina, sigur Kári.

Av øðrum tónleikarum og tónaskøldum, ið eru innstillað kunnu nevnast Poul Dissing.


Frá poppi til kvæði

Enekk kom inn á føroyska tónleikapallin við einstaka lagnum ?Eru vit til??, sum var á Amnestytónar, ið kom út í 1990. Lagið gjørdist ein landaplága, og serliga var tað eyðkenda røddin og progressivi teksturin hjá unga eysturoyinginum, ið mong heftu seg við. Um hetta mundið var Enekk í sínum tónlistarliga útrykki helst meira poppur enn nakað annað.

Kári Sverrisson sigur, at sum ungur tannáringur var tað serliga Frændur honum dámdi væl.

? Mær dámdi eisini væl teirra boðskap, sjálvt um eg sjálvur ikki havi skrivað tekstir á sama hátt.

Ja, tú skrivaði sangin ?Morð í Køkinum? á tykkara fyrstu fløgu ?Andlit hins tigandi?. Hetta var ikki vanligur tekstur í føroyskum tónleikahøpi?

? Teksturin er ræðuligur! Mær dámar hana yvirhøvur ikki, sigur Kári avgjørdur í vísir annars á, at teksturin var skrivaður eftir málningi hjá danska listamálaranum Michael Kvium, ið hevði sama heitið, sum sangurin fekk.

? Tað er helst ofta so, at nógv av tí tú gert, ert tú ikki so glaður fyri aftan á. Soleiðis havi eg tað ið hvussu er. Men sjálvsagt, tú kanst ikki avnokta tað, sigur Kári.

Hvat Kári so sjálvur heldur um ?Morð í Køkinum?, so er tað ein sannroynd, at við fyrstu fløguni vann Enekk sær ein rættiliga stóran skara av kanska serliga ungum lurtarum, ið dámdu henda søkjandi fólkatónleikin, ið eisini lat samtíðina sleppa framat.

Næstu fløgurnar hjá Enekk vóru síðan ?Ver sterk mín sál?, har Kári og eisini keyboardspælarin Óli Olsen høvdu sett løg til yrkingar hjá Janus Djurhuus. Henda fløgan kom út í 1994 og í 97 kom so ?fýra nætur fyri jól?, har eitt nú eitt spírandi samstarv við bulgarskar tónleikarar rættiliga hoyrist aftur í tónleikinum.

Samstundis hevur Enekk sum bólkur flutt seg rættiliga nógv síðani fyrstu fløguútgávuna í 1993.

? Vit hava allatíðina ætlað ikki at standa í stað. Tað er neyvan nakað, sum serliga eyðkennir okkum; eg trúgvi, ongin ynskir at standa í stað. Fyri okkum hevur tað tó merkt, at vit royna at fara djúpri inn í tónleikin.


Kvart tónin sum hvarv

Áhugin fyri føroysku kvæðunum og skjaldrunum hevur eisini sett sín týðuliga dám á tónleikin hjá Enekk.

? Áhugin fyri kvæðunum er bara vorðin størri og størri við tíðini. Tað sigur okkurt við meg.

Hetta hoyrdist eisini til fólkatónleikarastevnuna í summar. Tá framførdi Enekk ?Tístramtáttin? við stórari manning. Kári og hansara menn høvdu sjálvir arrangerað táttin. Hetta merkti eisini, at tónleikagongdir, ið teir sjálvir høvdu skrivað, vóru flættaðar inn í táttin.

? Vit fóru gjøgnum kvæðið og royndu at lýsa spenningarnar í kvæðnum á ymsar hættir. Hetta merkir eisini, at improvisatión hevur rættiliga týðandi leiklut.

Um tú sjálvur skal seta orð á, hvat er tað so, sum er so serligt við eitt nú føroysku kvæðunum?

? Ja, har hava vit eitt nú funnið út av, at um tú lurtar eftir gomlum upptøkum, so finnast nógvir tónar og tónagongdir, ið slettis ikki verða brúkt longur. Tað er stórur munur á at hoyra eina gamla konu syngja í 1960?unum og so hoyra eina gamla konu syngja í 90?unum.

? Fyrr var eitt lag ikki bara eitt lag. Hvørt hús hevði sítt lag, sín serliga hátt at syngja eitt lag. Tað er júst út frá hesum, at onkur útlendingur fyrr í tíðini staðfesti, at føroyskur kirkjusangur fyrr var ræðuligur. Tað ljóðaði bara sum gangur. Í roynd og veru var tó talan um, at tú kanska hoyrdi 50 løg. Samstundis!

Roynir tú so eisini at syngja á henda gamla háttin, har tónarnir bara flyta seg ein kvart tóna?

? Ja, tað er avgjørt nakað, sum vit royna at fáa inn í okkara tónleik og improvisatiónir. Eitt nú hevur okkara bassspælari Agnar Lamhauge fingið undirvísing frá einum egyptara í júst at brúka kvart tónar í tónleikinum, sigur Kári Sverrisson.

Til síðst Kári. Hvørjar ætlanir hava tit í Enekk frameftir?

? Fyrst og fremst at mennast tónlistarliga. Bæði saman. Og eisini hvør í sær.