Enn ein søga úr Narnia

So eru dyrnar inn til bergtakandi ævintýrheimin Narnia enn einaferð latnar upp á føroyskum. Triðja bókin í Narnia røðini hevur heitið Hesturin og drongurin, og aftur hesaferð er tað Bókadeildin, sum gevur út


Í hesi triðju bókini hittast tveir rýmingar og sameinast. Teir royna at sleppa undan einum strævnum lívi í trongum korum, men verða ístaðin miðdepul í ræðuligum bardaga. Einum bardaga, ið avger lagnu teirra og lagnu Narnia.
Pauline Baynes hevur myndprýtt allar Narnia-bøkurnar við sínum eyðkenda stíli, har hon leggur stóran dent á at lýsa smálutirnar.
Tað er Theodor Hansen, sum hevur týtt Hesturin og drongurin til føroyskt.
Høvuðsverk
Spennandi og humoristisku søgurnar um Narnia eftir C. S. Lewis fara fram í ævintýrheimi, hagar børnini verða førd fyri at taka lut í stríðnum um tað góða og tað ónda; tað góða er umboðað av leyvuni Aslan, og tað ónda av gívrini Jadis. Hurðin til heimin er ígjøgnum eitt skáp. Narnia hevur sína egnu tíðarrokning og alheim, men landslagið líkist tí, vit kenna.
Søgurnar um Narnia verða mettar at vera eitt høvuðsverk í ritverki høvundans, og Bókadeildin fer komandi fýra árini at geva út allar sjey bøkurnar í bókarverkinum. Ætlanin er at geva tvær bøkur út um árið. Í fjør komu tær báðar fyrstu bøkurnar í røðini, Systursonur Gandakallsins og Leyvan, gívurin og klædnaskápið.
Ævintýrið í veruleikanum
Tað er ikki frítt at Narnia heimurin hevur fingið líka fast tak á børnum og barnsligum sálum, sum Harry Potter fepurin. Tá Leyvan, gívurin og klædnaskápið kom sum filmur í fjør, flokkaðust fjepparar um allan heim til biografarnar, og forvitnið kring Narnia heimin tykist ongan enda at fáa. Nú bjóðar Norðurírska ferðaráðið seg fram at vísa veg í tí veruliga Narnia, Mourne Mountains sunnanfyri Belfast, har C. S. Lewis traðkaði sínar barnaskógvar. Sagt verður, at tað var hetta landslagið, sum var íblásturin, tá hann gandaði fram sína kavakløddu ævintýrverð við tosandi djórum og gátuførum verum av ymsum slag. Í eini lund ber millum annað til at síggja løgna lyktarsteyran í Narnia bókunum, og á einum savnið beint við stendur høvundurin sjálvur við gandakenda klædnaskápið, sum allir Narnia fjepparar kenna.