Enn ein sigur til Atla

Hetta er fjórði dysturin á rað, at Atli Danielsen og liðfelagar hansara fara ósigraðir av vøllinum. Farna vikuskiftið spældu teir 3-3 móti Kolding, og teir báðar dystirnar fyri henda vunnu teir. Góða gongdin kemur væl við eftir heldur laka úrtøku fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.

Fimm dystir gingu áðrenn fyrsti sigurin kom til hølvdar, FC Roskilde tapti tríggjar teir fyrstu og spældu síðani tveir javnar, áðrenn teir komu á beint í 2-3 sigrinum á Fredericia.

 

Atli Danielsen byrjaði sum vant dystin á sentrala miðvøllinum, men varð skiftur út 20 minuttir fyri tíð. Miðvallarleikarin úr Klaksvík tiltuskaði sær eitt gult kort í fyrra hálvleiki, og tískil tordi venjarin ikki at lata Atla Danielsen fullføra dystin,tí í tætta dystinum vóru sannlíkindini fyri einum næsta gula korti ikki lítil.

 

FC Roskilde liggur nú nummar sjey í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 12 stigum. Sama stigatal hevur Skive, ið tó hevur eitt vet betri málúrtøku. Við sigrinum gjørdi FC Roskilde seg eisini leysan av botninum, og nú eru fimm stig niður til liðini niðanfyri markið.