Strandingar fingu enn ein sigur til høldar, tá ið teir vunnu á kollfirðingum sunnudagin. Úrslitið av dystinum gjørdist ein tryggur 24-17 sigur til strandingar, sum harvið fóru upp um Neistan á stigatalvuni.
Javnt fyri steðgin
Tað gekk rættuliga javnt á í fyrra hálvleiki, men so hvørt sum hálvleikurin leið, fekk heimaliðið vunnið sær eina leiðslu, sum teir eisini hildu fram til hálvleiks, tá ið støðan var 10-7 til StÍF.
Í seinna hálvleiki komu kollfirðingarnir inn aftur í dystin, og teir megnaðu at stríða seg upp á javnleik 13-13 um miðjan seinna hálvleik. Tað tóktist tó sum um, at stríðið fyri at koma upp á javnt, hevði kostað teimum nógva orku, tí seinasta korterið av dystinum sat heimaliðið á so at siga øllum.
Serliga Leivur Justinussen var væl upplagdur á heimaliðnum, og ungi maðurin gjørdist eisini toppskjútti við átta málum. Eisini Alexandur Johansen var væl fyri, og hann skeyt sjey av málunum hjá StÍF.
Við at vinna seinasta korterið av dystnum 10-4 tryggjaði StÍF sær ein tryggan sigur í einum dysti, sum bert stutta løtu frammanundan sá út til at kunna fara báðar vegir.
Komandi vikuskifti fáa strandingar vitjan av botnliðnum Neistanum, sum við einum sigri kann toga seg upp um StÍF aftur.
Kollfirðingar skulu komandi vikuskifti á eina sera trupla uppgávu, tá ið teir skulu til Havnar at dystast við oddaliðið Kyndil.
StÍF-KÍF 24-17(10-7)
StÍF: Leivur Justinussen 8, Alexandur Johansen 7(2), Sveinur Justinussen 3, Borgar Danielsen 2, Bárður Danielsen 2, Bent Djurhuus 1, Pauli G. Hansen 1
KÍF: Mirko Milenkovic 4(3), Gert Hansen 4, Eddie Joensen 4, Teitur Joensen 3, Rógvi Weihe 1, Jóan Pauli Olsen 1
Brotskøst: StÍF 2(2), KÍF 4(3)
Útvísingar: StÍF 5, KÍF 5
Dómarar: Kristjan Johansen og Dánjal Samuelsen