Tá tú hevur meldað ein tilburð til politiið, so vendist ikki aftur - og tú hevur onga ávirkan á, hvussu ákæruvaldið viðgerð málið.
Ein 19 ára gamal maður varð í Føroya Rætti í morgun dømdur 50 daga treytaða fongsulsrevsing fyri at hava sníkt seg inn á kamarið til eina unga kvinnu í fjør, og meðan hon svav hevði hann følt upp á hana eina lítla løtu.
Ungi maðurin mintist ikki reiðiliga, hvat fór fram, tí hann hevði verið ógvuliga fullur, tá hendingin fór fram.
Unga kvinnan vaknaði av hendingini og boðaði politinum frá. Avhoyrd dagin eftir mælti kvinnan til, at ungi maðurin fekk eina lina revsing - hon hugsaði um bót, segði hon í rættinum.
Men soleiðis spælir klaverið ikki. Tá ein hending er meldað, vendist ikki aftur.
Bæði ákæri og dómari mettu hetta sum eina álvarsama hending, og tí fekk ungi maðurin 50 daga fongsulsrevsing.
Hann skal tó ikki sita, um hann einki annað revsivert ger í tvey ár. Hartil skal hann verða eitt ár undir eftirliti av kriminalforsorgini, og skal eftir teirra tilmæli ganga til sálarfrøðiliga viðgerð.
19 ára gamli maðurintók við dóminum.