Hondbóltur - kvinnur
Besta kvinnulið hjá StÍF hevur endaliga tryggjað sær enn eitt ár í bestu hondbóltsdeildini. Tað gjørdu tær við sigrinum á Kyndli í høllini á Skála mikukvøldið. Sigurin var upp á fýra mál og sjálvt um Kyndilskvinnur royndu at taka sigurin frá strandingum, komu tær ongantíð so mikið nær, at tær veruliga hóttu heimaliðið.
Uppiborin heimasigur
Tað er eingin, sum eftir dystin, hevur nakað at siga til, at tað vóru strandingar, sum vunnu. Heimaliðið var nógv ágrýtnari enn gestirnir, og sjálvt um dysturin ikki fer í søgubøkurnar, sum tann vakrasti hondbóltsdysturin, so fegnast StÍF-kvinnurnar helst um, at hesin dysturin tryggjaði teimum enn eitt ár millum tey bestu hondbóltsliðini.
Annars var fyrri hálvleikur sera javnur. Strandingar royndu at sleppa frá Kyndli, men tær grønu megnaðu at svara aftur, hvørja ferð. Eisini tá StÍF var komið upp á 9-6 í fyrra hálvleiki.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki kom tó glið hjá strandingum. Eftir at Kyndil hevði javnað hálvleiksleiðsluna, bundu strandingar fyri og fóru upp á 18-13. Hesin munur var ov stórur til, at Kyndil kláraði at koma aftur í aftur, og so var dysturin vunnin fyri heimaliðið.
Sum sagt er synd at siga, at hetta var ein vakur heimadystur, men tað leggja strandakvinnur helst líka í. Tær hava vunnið og tað var í roynd og veru tað sum tað snúði seg um.
Kyndil í trupulleikum
Hevur dysturin givið strandingum nakað at fegnast um, eigur hann samstundis at hava givið venjaranum hjá Kyndli ? og leikarunum við ? nakað at hugsa um. Dysturin í høllini á Skála vísti nevniliga, at Kyndil hevur sera trupult við at fáa spælið at hanga saman.
Í álopinum vóru tað bara Lotte og Annika sum vóru nøkur hóttan ? tær gjørdu níggju av tíggju málum í seinna hálvleiki ? og tað gjørdi tað alt ov lætt fyri verjuna hjá strandingum at byrgja fyri. Í verjuni vóru tær grønu alt ov passivar, og tað gjørdi, at strandingar fingu frið at spæla sítt uppbyggjandi spæl, stórt sæð uttan at Kyndil royndi at leggja ímillum.
Eisini kann tað tykjast merkisvert, at kyndlaleikararnir brúka so stóra orku til at rópa innanhýsis heldur enn at gera ein felags innsats fyri at vinna. Gamaní er tað troyttandi, at ein avlevering ikki kemur í tí hædd hon skal, men tað er ikki nóg stór orsøk til at skræða hvønn annan sundur. Høvdu leikararnir heldur brúkt orkuna til at skipa innanhýsis spælið er ikki óhugsandi, at tær høvdu fingið meira burtur úr.
Strandingar vóru meira siðiligir og tær stríddust væl. Enn einaferð vóru tað tær báðar Alina Olaru og Ileana Manulescu, sum gingu undan og gjørdu málini, men tá Kyndil fór undir at mansverja tær, vístu hinar, at tær sanniliga eisini duga at arbeiða hart og gera mál. Serliga beit Anna Maria Berthelsen væl frá sær hesa løtuna.
Fingu tað tær fóru eftir
Samanumtikið kann staðfestast, at sigurin hjá StÍF var fult uppiborin. Strandingar vístu, sum sagt besta stríðsviljan og tað vigar við hvørt líka nógv sum vakurt spæl.
Dysturin var sum sagt ikki serliga vakur, men umstøðurnar hjá liðunum báðum, loyva tí kanska heldur ikki. Tá bæði liðini liggja í niðara enda av deildini er tað heldur stríðsviljin sum gevur stigini enn tað vakra spælið, og soleiðis var mikukvøldið.
Í seinna hálvleiki vístu strandakvinnur, at tær duga at fáa tað burtur úr, sum dómararnir loyva. Seinastu tíggju minuttirnir av dystinum vóru serstakliga keðiligir av tí at tveir strandingar vóru mansvardir, men hinar fýra, sum framvegis vóru við í spælinum, gjørdu sína skyldu við at koyra álopini so langt sum tær fingu loyvi til.
Tað var ikki snøgt, men tað var effektivt. Tað var samstundis tað, sum skuldi til fyri at pilka tað seinasta burtur úr Kyndli og tað eydnaðist eisini. Tær grønu vóru mótfalnar og gjørdu tí alt ov lítla mótstøðu.
Dysturin í tølum:
StÍF: Alina Olaru 7, Ileana Manulescu 6, Poula D. Olsen 4, Anna Maria Berthelsen 3, Sunfríð B. Jacobsen 2 (1), Anna B. Danielsen 1
Kyndil: Lotte Sørensen 8, Annika Ljósstein 8 (2), Anja Johannesen 2, Palma Petersen 1, Ann Hansen 1
Brotskøst: StÍF 1, Kyndil 3
Útvísingar: StÍF 1, Kyndil 3
Dómarar: Kristian Johansen og Hartvig Joensen