Enn er óvist, nær Herjólfur 3 verður settur í sigling ímillum suðuroynna í Havnini fyri at lætta um trýstið á Smyrli. Ætlanin var at hann skuldi setast í sigling umleið hálvan juli, tað er nú fríggjadagin, men tað verður av ongum. Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, sigur, at ein bjargingarbátur lýkur ikki krøvini frá myndugleikunum oh skal skiftast. Og hann kemur ikki fyrrenn nú 15. juli, men annars gongur sjálvt eftirlitið sum ætlað, so tað er við at vera liðugt.
Men Strandferðslan hevur eisini ein annan trupulleika, og tað er at fáa manning til Herjólf 3. Brúgvin er mannað og tey hava eisini nokk av dekkarum, men tey mangla maskinfólk. Strandferðslan hevur lýst eftir fólki, men tað var til fánýtis. Síðani hava tey lýst um aftur, men higartil hevur tað heldur ikki givið úrslit. Umsóknarfreistin er nú fríggjadagin 15. juli, og virkandi stjórin vónar at onkur søkir. Hinvegin sigur hann eisini, at støðan er greið, tí fáa tey ikki manning, sleppa tey ikki at sigla.
Kortini er greitt, at tað verður eingin vandi at fáa Herjólf 3 mannaðan, tá ið Smyril fer í dokk, tí tá fer manning av Smyrli yvir á Herjólf.
Strandferðslan hevur annars gjørt størvini í maskinrúminum lokkand sum tilber. Í meðan Smyril siglur, skal Herjólfur sigla ein túr aftur og fram um dagin í fýra dagar um vikuna, týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag, so manningin hevur frí hvørt vikuskiftið. Eftir ætlan skal Herjólfur liggja í Havn hvørja nátt og skal sigla suður fyrrapartin klokkan 9. 30 ella klokkan 10 og hann skal so sigla norður aftur av Tvøroyri klokkan 16 ella klokkan 18.30. Ferðaætlanin er til viðgerar og sostatt er hon ikki endaliga løgd enn.
Og Strandferðslan hevur roynt at gera tað lokkandi at søkja størvini, tí tey siga, at tað einasta, sum krevst av manningini, er ein gongutúrur oman á keiina í Havn fyrrapart og heim aftur seint seinnapart, ella um kvøldið, men talan er um fulltíðarstørv – og tað ber eisini til at búgva umborð, og starvið er tíðaravmarkað til í september í 2023, táið leigusáttmálin endar.
Tá ið Smyril fer í dokk, og Herjólfur skal sigla einsamallur, fer hann at sigla tríggjar ferðir um dagin, tvær ferðir um dagin við fólki og bilum, og ein farmatúr um náttina.