Enniberg hevði 18,3 milliónir krónur í yvirskoti

Hóast besta úrslitið í 13 ár, so er tað er ikki í fiskivinnuni, at felagið tjenar felstu pengarnar, leggur leiðslan dent á í ársroknskapinum.

Tað gongur væl hjá reiðarínum P/F Enniberg í Havn. Men hóast ársúrslit felagsins er tað besta seinastu 13 árini, so ger leiðsla felagsins vart við í roknskapinum, at tað er ikki fiskivinnan, ger munin hjá felagnum, hóast endmál felagsins er at eiga skip, reka fiskivinnu, handil, ídnað umframt fíggjar- og íløguvirksemi og annað starv í hesum sambandi.
Ársins bruttoúrslit var 68 milliónir krónur í mín til slakar 71 milliánir  árið fyri. Úrslitið eftir skatt er 18,3 milliónir krónur í mun til 18,7 árið fyri.
– Ársúrslitini seinastu tvey árini hava verið nógv merkt av, at felagið hevur havt stórar inntøkur í 2018 og 2017 av virksemi, sum ikki hevur við fiskivinnu at gera, skrivar leiðsla felagsins í ársroknskapinum.
Leiðslan metir samlaða úrlsitið at vera nøktandi, hóast leiðslan ikki er heilt nøgd við gongdina innan fiskivinnupartin.
Felagið vísir á í roknskapinum, at ársúrslitið fyri fiskivinnupartin hjá P/F Enniberg í 2018 var 8,5 milliónir krónur, og í 2017 var tað 4,7 milliónir krónur.
Úrslitið frá aðrari vinnu enn fiskivinnu hjá P/F Enniberg vóru í 2018 9,8 millionir krónur og í 2017 var tað 12,1 millión krónur.
Felagið skrivar í roknskapinum, at støðan hjá felagnum er nær tengd at altjóða búskapinum, fiskaprísum, valutakursum og teimum kvotum felagið fær tillutaðar.
Framtíðiar útltini eru tengd at veiðimøguleikunum. Mest týðandi fiskileiðin hjá Enniberg er framvegis Barentshavið.
– Vegna nýggja fiskivinnulóggávu og minkaða kvotu væntar felagið lakari úrslti av fiskivinnuni í komandi ári.
Sambært roknskapinum hjá P/F Enniberg, so er virksemi felagsins, sum ikki hevur við fiskivinnuna at gera, ognarparturin í SMS. P/F Enniberg eigur 50% av partapeninginum í SMS, sum millum annað rekur Sølumiðstøðina í Havn, Bónus-handlarar, Mylnu-handlanarnar og bakaríið.