Ensk filmsstjørna deyð

Høgt virda Harry Potter og Die Hard stjørna hevur lagt árarnar inn

Ein av kendu sjónleikarunum í Onglandi, Alan Rickman, er deyður í London, 69 ára gamal.

 

The Guardian skrivar í dag, at Alan Rickman er deyður av krabbameini. Hann hevur havt nógvar sermerktar leiklutir, og hann hevði eisini eina ta eyðkendastu røddina í hvíta løriftinum og á palli.

 

Ein kendur leiklutur, hann hevði, var sum brotsmaðurin, Hans Gruber í tí fyrsta Die Hard filminum, men seinastu árini hevur hann eisini fingið yngri fjepparar fyri leiklutin sum Snape, professari í filmunum um Harry Potter. 

 

Aðrar kendar leiklutir, hann hevur havt, var sum embætismaður, sjeriffur, í Nothingham í filmi um Robin Hood og leikluturin sum Rasputin.

 

Annars hevur hann havt eina ørgrynnu av leiklutin á filmi og á palli í ein mansaldur.'