Fótbóltsviðmerkjarar í Onglandi eru dansandi óðir aftaná 1-2 tapið hjá Onglandi fyri Argentina í HM-hálvfinaluni í Atlanta. Og nú fær týski landsliðsvenjarin, Thomas Tuchel veruliga toyggið.
- Vit mugu vera púra greið. Avgerðirnar Thomas Tuchel kostaðu Onglandi dýrt. Ert tú ein framrættaður leikari og ert á odda 1-0, og sær spælaraskiftingarnar venjarin fremur, so missir tú trúnna. Tað er avmarkað hvussu ofta ein kann sleppa við hesum. Tá byrjar tú at hugsa: "Oh nei, skulu vit nú leggja okkum aftur at verja so leingi. Hvussu koma vit ígjøgnum hetta?". Sigur viðmerkjarin hjá BBC, gamla United, Everton og Onglands-legendan, Wayne Rooney.
Jamie O’Hara, viðmerkjari hjá SkySports er sera greiður: - Gev honum (Tuchel red.) sekkin. Avgerðirnar hjá Tuchel mugu veruliga kannast. Hetta er nakað av tí ringasta eg havi sæð. Nakrar av avgerðinum Tuchel tók vóru verri enn tær avgerðirnar fyrrverandi landsliðsvenjarin, Gareth Southgate tók. Vit fingu hendan mannin í starvið fyri at útinna arbeiðið, og fyri at koma yvirum málstrikuna. Aftaná 1-0 leiðslumálið høvdu vit bóltin 12 prosent av tíðini. Gev honum sekkin. Sigur ein óður Jamie O´Hara.
Fyrrverandi enski landsliðsmálverjin, Joe Hart heldur ikki, at Thomas Tuchel hevur álit á sínum monnum: - Eg haldi ikki, at nakað er broytt í teimum avgerandi løtunum. So nógv rós, ið vit hava givið Thomas Tuchel, so haldi eg, at tá hann legði spæliætlanina um so tíðliga vísir, at hann hevði ikki álit á liði sínum. Hann trúði ikki upp á, at Ongland kundi gera meir fyri at revsa Argentina. Sigur Joe Hart, ið er viðmerkjari hjá ITV.
Thomas Tuchel helt tó sjálvur aftaná taptu HM-hálvfinaluna, at Ongland - eftir umstøðunum - spældi ein góðan dyst móti Argentina.
BBC staðfestir tó, at enska fótbóltssambandið hevur álit á Thomas Tuchel, og tey halda seg til sáttmálan, ið er galdandi til EM-endaspælið í 2028, sum verður leikt í bretsku londunum og Írlandi.











