Equinor hevur funnið meira gass í Norðsjónum

- Nýggju økini kunnu mennast og útvinnast um verandi undirstøðukervið á leiðini, sigur Equinor

Equinor hevur funnið tvey nýggj øki í Sleipner-feltinum í Norðsjónum við gassi og tí tey rópa kondensati.

 

Sagt verður, at hetta eru tey økini, sum felagið hevur funnið higarti í ár, ið hava mesta kolvetni.

 

Á síni heimasíðu sigur Equinor, at nýggju økini kunnu mennast og útvinnast um verandi undirstøðukervið á leiðini.

 

Fyribils metingar vísa, at goymslurnar av gassi, sum nú eru funnar, svara til onkustaðni millum 30 og 110 milliónir føt.

 

Lesið eisini - Olja funnin nærindis Goliat 

 

https://www.in.fo/news-detail/olja-funnin-naerindis-goliat-feltinum-i-barentshavinum