Føroyar og Grønland gjørdu hin 3. desember avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2026, og samráðingarnar vóru í Nuuk.
Úr landsstýrinum verður sagt, at avtalan inniber smærri lækkingar í kvotunum á báðum síðum.
Føroyar lata Grønlandi svartkjaft og norðhavssild at fiska í føroyskum sjógvi, har svartkjafturin er bulurin í avtaluni. Sambært vísindaliga tilmælinum lækkar heildarkvotan av svartkjafti við 41% í 2026.
- Hetta ávirkaði samráðingarnar, sum eisini bóru brá av, at Grønland ynskti ikki at økja um kvotuna av norðhavssild í føroyskum sjógvi, sum sambært vísindaliga tilmælinum hækkar við 33% í 2026.
Úrslitið gjørdist, siga tey í landsstýrinum, at grønlendska kvotan av norðhavssild stendur í stað við 4.900 tonsum, meðan grønlendska svartkjaftakvotan í føroyskum sjógvi minkar við 3.350 tonsum.
- Harumframt minkar atgongdin hjá grønlendskum skipum at fiska svartkjaftakvotuna, sum Grønland hevur í NEAFC- økinum, í føroyskum sjógvi við 3.217 tonsum.
Tillagingar eru eisini í kvotunum hjá føroyskum skipum í grønlendskum sjógvi.
- Brosmukvotan, sum hevur verið misjavnt gagnnýtt seinastu árini, minkar við 200 tonsum. Føroyska toskakvotan og svartkalvakvotan í Eysturgrønlandi minka við ávikavist 150 og 50 tonsum, og hjáveiðikvotan av kalva minkar við 25 tonsum.
Úrslitið av samráðingunum er sostatt, at føroysk skip í 2026 kunnu fiska tilsamans 2.350 tons av toski í grønlendskum sjógvi við 25 tonsum av kalva sum hjáveiðu, og brosmukvotan verður 175 tons.
- Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi verða 275 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi.
Grønlendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2026 verða 4.900 tons av norðhavssild og 20.400 tons av svartkjafti. Eisini fær Grønland atgongd til føroyskan sjógv at fiska grønlendsku svartkjaftakvotuna í altjóða sjógvi í NEAFC-økinum, sum er 4.597 tons.
Arbeitt hevur verið við at dagføra rammuavtaluna um fiskiveiði millum Føroyar og Grønland.
- Hetta arbeiðið er nú við at verða undir landi. Londini eru samd um at miða eftir at skriva undir nýggju rammuavtaluna í Føroyum á vári 2026, verður sagt í landsstýrinum.











